
Heimsins bestu fótbóltsspælarar vórðu í kvøld heiðraðir á árliga Ballon d'Or í franska høvuðsstaðnum í kvøld.
Ein rúgva av heiðurslønum vórðu latnar, men stóri heiðurin fór til fraklendingin Ousmane Dembélé, sum vann fyri fyrstu ferð, og til sponsku Aitana Bonmati, sum vann fyri triðju ferð.
Aitana Bonmati (Mynd: EPA)
28 ára gamli Dembélé er sjeyndi franski vinnarin av heiðurslønini. Stjørnuskotið Lamine Yamal var nærmasti kappingatneyti og bleiv nummar tvey.
Tað eru journalistar hjá fronsku miðlunum L’Équipe og France Football sum tilnevnda leikarar til Ballon d'Or heiðurslønirnar. 100 miðlaumboð frá 100 teimum ovastu londunum á styrkislistanum hava atkvøtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald