Eftir átta ár við Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum, fara fremstu deildirnar framyvir at kallast Meistaradeildin.
– Deildirnar fara nú at broyta navn, og fara framyvir at kallast Meistaradeildin menn og Meistaradeildin kvinnur, og í næstum fara vit at kunngera nýggja samleikan til kappingarnar, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá FSF, í sambandi við at stuðulsavtalan við Betri, ið gekk út á nýggjárinum, ikki varð longd.
Navnið Meistaradeildin er væl kent í føroyskum fótbólti. Frá 1942 til 1975 bar fremsta mansdeildin hetta navnið, áðrenn hon í 1976 fekk navnið 1. deild.
Síðani hava fleiri sponsornøvn verið brúkt:
– Formuladeildin (2005-2008)
– Vodafonedeildin (2009-2011)
– Effodeildin (2012-2017)
– Betrideildin (2018-2025)
Ársins fyrsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 verður sunnudagin 8. mars, meðan fyrsta umfar í Meistardeildini hjá kvinnum er á skránni tvær vikur seinni, sunnudagin 22. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald