
Mitt í síðstu viku gjørdist greitt, at Jákup á Borg fer frá at vera høvuðsvenjari á B68 til ítróttarstjóri í B36.
Seinni sama dag kundu vit staðfesta, at Fróði Benjaminsen er nýggjur maður á brúnni á Toftum.
Sí eisini: Fróði Benjaminsen tekur yvir fyri Jákup á Borg
Fróði Benjaminsen til venjing á Toftum týsdagin (Mynd: B68 Tofta Ítróttafelag)
47-ára gamli toftamaðurin fekk í 2022 A-prógv sum venjari, og Fróði Benjaminsen hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum U-landsliðnum hjá FSF og havt ein mennaraleiklut.
Í løtuni er hann U19-landsliðsvenjari. Liðið hevur júst verið í Slovenia og spælt tríggjar venjingardystir. Eftir stórtap fyri Póllandi í fyrsta dystinum (0-6), fótaðu Føroyar sær, og liðið hjá Fróða Benjaminsen tapti tepurt móti vertunum og Aserbadjan.
Dagin eftir síðsta dystin í Slovenia, var landliðslegendan á Svangaskarði í nýggja venjaraleiklutin:
- Maðurin er lendur og er farin beint til verka.
Soleiðis skrivar B68 á Facebook-síðu.
Til fyrstu venjingina hjá Fróða Benjaminsen sum oddamanni fyri sítt barndómsfelag (Myndir: B68 Tofta Ítróttarfelag)
B68 er í løtuni á 7. plássi í Betrideildini og hevur seks dystir eftir at spæla. Sannlíkindini fyri at enda í niðurflytingarvanda eru sera lág.
Fyrsti dystur hjá Fróða Benjaminsen sum oddamanni verður sunnudagin 14. september, tá B68 vitjar liðið beint frammanfyri á stigatalvuni, EB/Streym.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald