Føroysku kommunurnar hava nú møguleika at søkja stuðul til bygging av høllum at spæla fótbólt í. Møguleiki er at søkja um 15 til 20 prosent av samlaða kostnaðinum. Í serstøkum førum kann hægri stuðul latast.
Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni í dag.
– Átakið er liður í arbeiðinum at menna og betra um karmarnar fyri fótbóltin kring landið, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri føroyingar at spæla fótbólt – alt árið, alt lívið. Stuðul verður latin til bæði fótbóltshallir í fullari stødd og til smærri fótbóltshallir – sokallaðar 9’ara og 7’ara hallir.
Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, í sambandi við, at kommununar kring landið nú hava møguleikan – umvegis FSF – at søkja um stuðul úr FIFA Forward 3.0 skipanini, sum stuðlar verkætlanum, ið hava til endamáls at byggja fótbóltshallir.
Hvør verkætlan kann søkja um 15-20 prosent av samlaða kostnaðinum, men í serstøkum førum kann hægri stuðul tó latast.
Kommunur, ið hava áhuga at byggja fótbóltshøll, skulu boða FSF frá innan 2. mars.
FSF hevur møguleika at søkja um í alt 19 milliónir krónur úr FIFA Forward 3.0 skipanini, og stuðulin til kommunurnar verður í fyrstu atløgu latin til verkætlanir, sum verða framdar í ár og næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald