Fótbóltur

FSF-forsetin: - Skeivt at Tróndur Vatnhamar sleppur at viðgera FSF

Christian Andreasen heldur, at verturin í Fótbóltspráti er ógegnigur vegna gamla sambandi við FSF. Hetta keypa Vatnhamar og kringvarpsstjórin tó ikki: - Eg beri als ikki agg, og soleiðis er í fótbólti, sigur verturin við Frihedsbrevet.

- Tað, sum eg tó havi ein trupulleika av, er, at Tróndur Vatnhamar ótarnaður ár eftir ár sleppur at oysa sítt gall niður yvir sjálva organisatiónina FSF, tí tað gongur út yvir okkara starvsfólk, sum verða hongd út. Soleiðis heldur Christian Andreasen fyri í kontanum útmeldingum til Frihedsbrevet (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað, sum eg tó havi ein trupulleika av, er, at Tróndur Vatnhamar ótarnaður ár eftir ár sleppur at oysa sítt gall niður yvir sjálva organisatiónina FSF, tí tað gongur út yvir okkara starvsfólk, sum verða hongd út. Soleiðis heldur Christian Andreasen fyri í kontanum útmeldingum til Frihedsbrevet (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt slag av stríði hevur tikið seg upp ímillum Fótbóltssamband Føroya og Kringvarpið.

Tað fall FSF-forsetanum fyri bróstið, tá hann í beinleiðis útvarpi 1. september hoyrdi viðgerðina av einari starvssetan hjá Fótbóltssambandinum. 

-  Tá ið eg hoyrdi hasa sendingina, fleyt bikarið yvir, og tí boðaði eg Kringvarpinum frá, at hesum vildu vit ikki finna okkum í (...) “Tað eigur at vera eitt mark fyri, hvat mann kann loyva sær sum vertur í einum almennum Kringvarpi, og fór Tróndur Vatnhamar væl og virðiliga um tað markið”.

Soleiðis greiðir Christian Andreasen Frihedsbrevet frá. Miðilin er farin nærri inn í málið og hevur tosað um allar partar. Alt kann lesast her - við haldi.

Forsetin er framvegis ikki nøgdur

Í fyrstu syftu kann man siga, at Christian Andreasen og FSF fingu sítt ynski uppfylt, tí Kringvarpið staðfesti, at viðgerin av Jonasi Nielsen var farin útum eitt mark. Hetta hevði við sær, at leiðslan í KVF sendi eina umbering oman í Gundadal og tók eisini tjúgu teir fyrstu minuttirnar av sendingini burtur.

Sí eisini: Kringvarpið leggur seg skerflatt fyri FSF

Men Christian Andreasen steðgar ikki her. Advokaturin og fyrrverandi politikkarin hevur áður verið úti við rívuni mótvegis miðlum - millum annað í nøkrum samrøðum sum formaður í Fólkaflokkinum. Og í viðmerking hansara við Frihedsbrevet um støðuna, leggur royndi maðurin ikki fingarnar í millum. 

Hann sigur seg ikki hava ein trupulleika við Tróndi Vatnhamar persónliga, men at vælumtókti verturin í KVF umrøður FSF, er Christian Andreasen ikki nøgdir við. 

- Vit hava boðað Kringvarpinum frá, at tað er skeivt, at hann sleppur at viðgera FSF, tí hann er ógegnigur. Tróndur Vatnhamar arbeiddi jú fyri FSF, og endaði tað samstarvið rættiliga knappliga við einari fráfaringaravtalu í 2014. So har eru heilt greitt persónlig bond, sum gera, at Tróndur Vatnhamar ikki kann arbeiða sum óheftur journalistur við FSF, sigur Christian Andreasen við Frihedsbrevet, og heldur hann ikki, at gegnistrupulleikin hjá vertinum er fyrnaður.

At FSF nú hevur peikað eftir Tróndi Vatnhamar, hevur síðstu vikuna ført til, at nógv fólk á sosialu miðlunum vísa almennan stuðul til vertin í Fótbóltspráti. Og spurnartekin verða eisini sett til, sum tað eisini verða í greinini, hvørt FSF ikki eigur at tola atfinngar. Jú, sigur Christian Andreasen, men 

Eru ósamdir í Sortudíki: Eingin gegnistrupulleiki

Magnus Dam hevur tosað alment um hetta málið. Sum nevnt var staðfestingin hjá kringvarpsstjórananum og tíðindaleiðara Kringvarpsins, Katrini Petersen, at man í sendingini 1. september fór út um mark.

Men tá Frihedsbrevet bað Magnus Dam fyrihalda seg til atfinningarnar hjá Christiani Andreasen um gegni hjá vertinum sum heild, var stjórin ikki samdur. Hann skeyt aftur og staðfesti, at tað ikki vera størri avmarkingar, í mun til viðgerð av Fótbóltssambandinum í sendingini Fótbóltspráti.

- Nei, tað premissuna keypi eg ikki rættiliga. Um onkur skuldi verið ógegnigur í allar ævir, tí ein eina ferð hevði arbeitt onkrastaðni, so kundi Frihedsbrevet heldur ikki viðgjørt KvF, tí journalistarnir á Frihedsbrevet hava eina fortíð í KvF. Tað er so langt síðani, at Tróndur Vatnhmar arbeiddi í FSF, at eg haldi ikki, at tað ger hann ógegnigan í dag, og hava vit ongar ætlanir um at gera nakrar broytingar, soleiðis at Tróndur Vatnhamar ikki kann viðgera FSF, staðfestir Magnus Dam.

Verturin vísir eisini sjálvir tí aftur, sum Christian Andreasen førir fram. Hann heldur avgjørt ikki, at hann er ógegnir at viðgerða FSF. 

Tróndur Vatnhamar arbeiddi í trý ár sum marknaðarleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya. Fyri ellivu árum síðani endaði samstarvið brádliga við einari fráfaringaravtalu. Tá Frihedsbrevet spyr roynda vertin, um hann ber agg fyri hetta, er Tróndur Vatnhamar greiður:

- Nei, als ikki. Soleiðis er allatíðina í fótbólti. Leikarar verða útskiftir, venjarar verða uppsagdir, sáttmálar verða ikki longdir. Fráfaringaravtalan, sum eg gjørdi við FSF, var ikki øðrvísi enn tað. Tú fært eina takling, men tú reisir teg og spælir víðari. Eg gjørdi í 2014 eina fráfaringaravtalu við FSF, sum eg eri sera væl nøgdur við. Eg beri als ikki agg” sigur Tróndur Vatnhamar, sum annars vísir til leiðsluna í Kringvarpinum.

Harvið sær hetta málið, í øllum førum fyribils, út til at enda her. Kringvarpið hevur gjørt eina heldur óvanliga atgerð eftir eina sending og eina kæru úr FSF, men Fótbóltsprát fer at halda á sum vant. Tó at "meira verður gjørt við fyrireikingarpartin framyvir, soleiðis at tað er lættari at fyrireika seg og síggja møguligar feillir, áðrenn feilirnir verða gjørdi", sum Magnus Dam orðar tað fyri Frihedsbrevet.

Ovasti maður í Fótbóltssambandi Føroya hevur tó nú, yvirfyri KVF og alment, gjørt púra greitt, at hann sum heild als ikki er glaður fyri vertsleiklutin hjá Tróndi Vatnhamar, tá tað snýr seg um umrøðu av júst FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder