Fótbóltur

FSF og Ólavur Mikkelsen longt avtaluna

U21-landsliðsvenjarin heldur fram til 2028.

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2026-03-19 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

– Starvið sum U21 landsliðsvenjari hevur verið avbjóðandi, men eisini sera spennandi. Eg eri tískil fegin um, at FSF hevur ynskt at leingja sáttmálan, og eg haldi fram í góðum treysti.

Soleiðis sigur Ólavur Mikkelsen, ið hósdagin longdi avtaluna við Fótbóltssmaband Føroya, ið inniber, at Ólavur og FSF hava pappír uppá hvønn annan, ið er galdandi til árslok 2028.

Ólavur Mikkelsen legði frá landi sum eitt óløgi, tá hann fyri einum lítlum ári síðani fór undir sína fyrstu EM undankapping sum U21 landsliðsvenjari.

Í fyrsta dystinum vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli móti Estlandi, síðani kom ein søtur 2-1 sigur í hús í Reykjavík, og í triðja dystinum vunnu Ólavur og hansara menn 1-0 á útivølli ímóti Luksemborg.

Eftir hetta komu tveir dystir ímóti Frankaríki og ein ímóti Sveis, sum ikki kastaðu stig av sær, og aftaná seks umfør eru Føroyar nummar tvey í bólkinum við níggju stigum – eitt stig aftanfyri Frankaríki, og eitt stig frammanfyri Sveis og Ísland. Luksemborg og Estland hava ávikavist fýra og tvey stig.

Í løtuni leggur U21 landsliðið alla orku í fyrireikingarnar til útidystin móti Sveis, sum verður á Stockhorn Arena í Thun um eina viku, fríggjadagin 27. mars klokkan 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder