Fótbóltur

Fylg við Brøndby - HB á Portalinum

Vit hava beinleiðis blogg við tí, sum hendir áðrenn og undir áhugaverda Conference League dystinum og taka samanum aftaná. FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 19.35.

Brøndby-hópurin vandi á Tórsvølli í gjár. Í kvøld brestir hann saman við HB, og lagt er upp til, at tað kókar uttanfyri vøllin (Mynd: Sverri Egholm)

Brøndby-hópurin vandi á Tórsvølli í gjár. Í kvøld brestir hann saman við HB, og lagt er upp til, at tað kókar uttanfyri vøllin (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-24 15:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur áhugi fyri HB - Brøndby á Tórsvølli í kvøld, og nú er eisini næstan útselt aftanfyri málið.

Øll setrini á størru langsíðuni eru farin. Brøndby-fjepparar, sum helst vera líka yvir 500 í tali, eiga tríggjar teir uttastu bólkarnar. Ikki øll setrini verða nýtt, men løgregla verður eisini til staðar har.

[object Object]
Brøndby-fjeppararnir fara at síggjast og hoyrast væl í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Løgregla til staðar til venjing hjá Brøndby í gjár - tað verður hon eisini í kvøld. Millum annað vera 15-20 løgreglufólk úr Danmark á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá Brøndby-venjing her

Sí eisini: Løgreglan heldur gott eyga við gul-bláu fejpparunum

Les meira: Brynja seg til HB-Brøndby: Vápnaðar venjingar og donsk løgreglufólk

HB-fjepparar ætla at gera nógv burturúr, og upphitingin í Bowl er longu byrjað, hóast dysturin ikki byrjar klokkan 19.45.

Portalurin hyggur framvið seinni og fer eisini at fanga fjepparar hjá útiliðnum.

Sí eisini: 
André Olsen: - At fjøldin kókar kann lyfta tey seinastu prosentini
Viljormur Davidsen: - Hetta er tað man spælir fótbólt fyri

Vit fara at hava beinleiðis blogg, sum letur upp umleið tveir tímar undan dystarbyrjan. Har koma myndir og annað inn - eisini undir dystinum har vit fylgja gongdini á Tórsvølli í teksti og í myndum.

Aftaná taka vit samanum; við millum annað samrøðum.

FM1 er eisini á staðnum og hevur beinleiðis frásøgn. Hetta frá klokkan 19.35.

Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli 
19.45: HB - Brøndby

Portalurin fer at hava beinleiðis blogg og ymiskt tilfar av staðnum. FM1 sigur frá dystinum.

Rás 1 hjá Televarpinum vísir HB-Brøndby

Sí eisini: - Dysturin á Tòrsvølli skal takast í fullum álvara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder