
Fyrsti heimadystur hjá manslandsliðnum í 2025 - og undir Eyðuni Klakstein yvirhøvur - verður spældur á Tórsvølli í kvøld.
Lægst styrkismetta liðið í bólkinum vitjar. Gibraltar tapti heili 7-0 fyri Kroatia fríggjakvøldið, og Føroyar standa sum favorittar til dystin.
Stig skulu helst á kontuna í kvøld. Føroyar hava ikki nakað stig enn: Í mars gjørdist, eins og í venjingardystinum í Georgia í mars, talan um ein tepran ósigur á útivølli.
Lagið í føroysku leguni tykist gott, nú tað eru heimligar umstøður, og Gibraltar vitjar fyri triðju ferð.
Sí eisini:
Eyðmýkingin á Gibraltar: Brian Kerr gav eina skideballe sum ongantíð áður
Video: Hallur hugsar bara um at vinna dystin í kvøld
Sum vant dekkar Portalurin landsdystin tætt.
Vit hava beinleiðis blogg upp til dystin og undir dystinum, har myndir og ymiskar støðurdagføringar koma. Tað riggar millum annað væl at fylgja við tí, meðan man hyggur eftir í sjónvarpi.
"Livesore" er á okkara forsíðu undir dystinum.
Aftaná taka vit saman um, hava eina myndarøð og fáa viðmerkingar frá føroysku umboðunum á Tórsvølli.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst annars í Kringvarpinum.
Atgongumerkjasølan hevur gingist væl seinastu dagarnar - til ber at keypa atgongumerki her
Sí eisini: Eyðun Klakstein: Samalaða stigið á landsliðnum er kanska hægri enn nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald