
Tað er eitt stórt evropeiskt kvøld fyri tey bæði mest vinnandi føroysku feløgini, sum bæði spældu javnleik í fyrru dystunum í 2. Conference League umfarinum. Fyri at evropeiska árið ikki skal enda nú er neyðugt hjá HB og KÍ at vinna í kvøld.
Sannlíkindini eru betri hjá KÍ, sum er á heimavølli móti serbiskum liði, sum hevur lítið av evropeiskum royndum. KÍ skal tó avrika væl fyri at tað kann bera á mál. Málið er aftur at koma langt í Evropa.
Portalurin verður til staðar við Djúpumýru við myndatólli, mikrofon og øðrum. Vit hava beinleiðis blogg frá klokkan 18 og lodda dýpið, nú tað er útselt, og lagt er upp til stóran spenning. Aftaná koma viðmerkingar og samanumtøka
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19.40.
HB fer eftir at skapa stóra skelkin í Danmark. Avrikið í Føroyum var gott, og HB hevur alt at vinna, meðan Brøndby hevur alt at tapa.
Sí eisini: Stórt trýst á Brøndby: Tosa nú um deildarspæl
Adrian, matur og venjing í Danmark
Eins og til dystin í Klaksvík, verður støðan í dystinum hjá HB beinleiðis dagført ovast á Portalinum. Vit fylgja eisini tætt við og taka samaum aftaná. Stroymingarmøguleikarnir síggjast niðanfyri.
Uefa Europa Conference League
Í dag, hósdagin 31. juli
18.30: Brøndby - HB (1-1)
Stroyming: Bold + ella Disney + (Við haldi ella gjadi)
19.45: KÍ - Radnicki (0-0)
Stroyming: KÍ-Varpið
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum og í okkara beinleiðis bloggi. FM1 sendir eisini frá dystinum.
Sambært atgongumerki.fo eru ongi atgongumerki eftir til dystin.
Sí eisini: KÍ-liðformaðurin: - Hetta eru teir dystirnir vit minnast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald