Fyrstu dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið 2026 vórðu spældir í dag:
FC Suðuroy - B36 0-3 (0-1)
Málskjúttar og annað her
FC Hoyvík - TB 4-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga tíð)
Málskjúttar og annað her
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
Málskjúttar og annað her
HB - B71 2-0 (2-0)
Málskjúttar og annað her
B68 - MB 7-0 (1-0)
Málskjúttar og annað her
Tey fimm liðini í grovum eru víðari til áttandapartsfinalurnar
Størst spenningur varð í Hoyvík. Har var TB leingi á odda, men málið hjá Daniel Adei í 78. minutti syrgdi fyri longdari leiktíð millum 1. deildarliðini. Har gjørdi heimaliðið bart: Gøtumaðurin Ingolf Tvørfoss skoraði tvær ferðir, og Julian Knudsen skoraði hitt. 4-1 og søtur sigur hjá FC Hoyvík.
FC Hoyvík skal í næsta umfari, síðst í mánaðinum, spæla móti vinnaranum av Víkingi - AB
Annars var dysturin í Gundadali tættast á máltalvuni, men tað var longu 2-0 til HB eftir eitt korter móti B71. B36 gjørdi eisini sítt í Suðuroynni.
Harvið er nú greitt, at grannarnir í Gundadali hitta í fjórðingsfinaluni.
Stórsigrar vóru í Klaksvík og á Svangaskarði. 2. deildarliðið MB, ið var aftur í steypakappingini, helt annars nullið í 43 minuttir. Men so kom B68 í gongd, og innskifti Baldur Niclasen gjørdi hattrikk.
Júst KÍ og B68 skulu spæla í fjórðingsfinalunum.
Í morgin, hósdagin 16. apríl verða hesir tríggir dystirnir spældir:
EB/Streymur - NSÍ (FM1)
07 Vestur - Skála (FM1)
Víkingur - AB
Allir dystirnir byrja klokkan 18.30. FM1 sigur frá við Margáir og í Sørvági
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald