Fótbóltur

Fyrsta steypafinalan verður spæld klokkan 19

U21-liðini hjá AB og B36 bresta saman á Tórsvølli. Í morgin eru fimm finalur á skránni - Televarpið vísir allar finalurnar.

Seks steypafinalur innan eitt stórt samdøgur (Mynd: Televarpið)

Seks steypafinalur innan eitt stórt samdøgur (Mynd: Televarpið)

2025-09-12 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypavikuskifti hjá ungdómsliðunum fer í gongd í kvøld, fríggjadagin 12. september, klokkan 19. Hetta tá AB og B36 spæla finaluna hjá U21 dreingjum.

Síðani eru fimm finalur í morgin - sí yvirlit niðanfyri.

Í dag, fríggjadagin 12. sept.
Kl. 19:00 AB – B36 (U21)

Í morgin, leygardagin 13. sept.
Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)

Les meira: Stórt steypafinaluvikuskifti er á skránni

B36 er best umboðað. Felagið er í øllum fýra finalnum á dreingjasíðuni og í fimm av seks samanlagt.

Víkingur er í trimum dreingjafinalum.

Annars eru fýra onnur umboðað við einum liði hvør: AB, 07 Vestur, FC Hoyvík og Skála.

Merkisvert er, at hvørki HB ella KÍ hava nakað lið við í ár - ei heldur NSÍ.

Sí eisini: B36 er í fimm av seks ungdómsfinalum

Televarpið boðar frá, at allar finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder