Fótbóltur

Fyrsta tapið á heimavølli í yvir trý ár

Undan venjingardystinum móti Italia í gjár, hevði manslandsliðið spælt átta heimadystir á rað uttan ósigur. Liðini spæla aftur sunnudagin klokkan 17.

Avrikið hjá Óla Mittún og hinum var ikki nóg mikið móti Italia í gjár - áðrenn høvdu Føroyar ikki tapt á heimavølli síðani fyrsta A-landsdystin hjá Óla - í oktober 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Avrikið hjá Óla Mittún og hinum var ikki nóg mikið móti Italia í gjár - áðrenn høvdu Føroyar ikki tapt á heimavølli síðani fyrsta A-landsdystin hjá Óla - í oktober 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-10 17:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir hallarurið ljóðaði fyri seinastu ferð við Tjarnir í gjárkvøldið, var talan um heldur tóma kenslu hjá føroysku spælarunum, fjepparunum og teimum rundanum.

Hetta var ikki meira enn ein venjingardystur, har nógv varð roynt, men Føroyar vóru greitt á odda væl inn í 2. hálvleik  - og hetta var eitt tap á heimavølli móti einari hondbóltstjóð, sum vit eru frammanfyri.

[object Object]

[object Object]
Ikki knústir men tó heldur vónbrotnir eftir 34-36 tapið fyri Italia - spælari og venjari (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá EM-fyrireikingardystinum her

Sí eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið

Tað at tapa á heimavølli er ikki serliga vanligt hjá Peter Bredsdorff-Larsen. Hetta var fyrsti ósigurin við Tjarnir hjá monnunum og fyrsta tapið yvirhøvur hjá liðnum á heimavølli í yvir trý ár. 

Yvirlit sæst niðast

Síðani tapið fyri Eysturríki, í fyrsta dystinum í undankappingini til EM-endaspælið 2024, hava føroysku menninir spælt seks kappingardystir á heimavølli. Fimm teirra eru endaðir við sigri - harímillum teir báðir avgerandi móti Ukraina og Rumenia í nevndu undankapping - og javnleikurin var móti Niðurlondum í mars 2025 (fyrsti dysturin við Tjarnir).

Tveir sigrar vóru eisini móti Belgia í venjingardystum undan EM fyri tveimum árum síðani. Hesaferð gekk tað ikki í slíkum dysti, men føroyingar fáa ein møguleika aftur í morgin, sunnudagin 11. januar, klokkan 17. 

[object Object]
Óli Mittún var flúgvandi, tá táverandi 17-ára gamli bakkurin fekk sín elddóp á A-landsliðnum. Hann varð toppskjútti við sjey málum í EM-undankappingardystinum í oktober 2022

[object Object]
Hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa stig móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum: Eysturríki vann við tveimum málum - eins og í gjár, vóru Føroyar uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu (Savnsmyndir: Sverri Egholm)   

Seinastu tíggju heimadystirnar hjá føroysku monnunum: 

2026: 
Føroyar - Italia 34-36

2025: 
Føroyar - Ukraina 35-27
Føroyar - Niðurlond 32-32

2024: 
Føroyar - Kosovo 32-21

Føroyar - Norðurmakedónia 34-27

Føroyar - Belgia 34-29 (Venjingardystur)
Føroyar - Belgia 41-31(Venjingardystur)

2023: 
Føroyar - Ukraina 33-26
Føroyar - Rumenia 28-26

2022 (oktober): 
Føroyar - Eysturríki 28-30

Hinir fýra heimadystirnir í 2022 endaðu við tveimum sigrum og tveimum tapum.
Harvið er samlaða úrttøkan á heimavølli undir Peter Bredsdorff-Larsen: 9 sigrar, ein javnleikur og 4 tap

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder