Fótbóltur

Fyrstu ferð í níggju ár móti íslendskari mótstøðu

Í 2017 var Víkingur nær við at senda FH út úr 2. umfari í Champions League. Nú er tað aftur Víkingur, ið skal royna seg móti liðið úr Íslandi - spælt verður í Garðabær hóskvøldið klokkan 20.

Adeshina Lawal skoraði fyri Víking seinast liðið spældi í Íslandi. Tað var í Champions League fyri níggju árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

Adeshina Lawal skoraði fyri Víking seinast liðið spældi í Íslandi. Tað var í Champions League fyri níggju árum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-08 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hava føroysk spæla móti finskum, svenskum, norskum og donsum feløgum í evropeisku kappingunum. Men eingin hevur hitt mótstøðu úr Íslandi síðani Víkingur í 2017.

Talan var um 2. umfar í Champions League. Táverandi føroyameistararnir høvdu vunnið á meistarunum úr Kosovo í 1. umfari, og vóru eisini nær við at fáa FH út og sum tað fyrsta føroyska at koma til 3. umfar.

Liðið úr Eysturkommunu fekk gott útgangsstøði á Hafnafjøðrinum, har Víkingur og FH hittust 12. juli 2017. FH var tá tíðarskeiðið greitt besta liðið í Íslandi, men Víkingur javnaði til 1-1 við brotssparki. Tað var nigerianski áleyparin Adeshina Lawal, sum skoraði.

Tá taldu útivallarmál meira, so Víkingur hevði fyrimunin undan dystinum á Tórsvølli. Hesin helt sær í 78 minuttir. So gjørdi Andreas Lava Olsen brotsspark. FH skoraði og økti eisini í yvirtíðini.

Harvið samanlagt 3-1 sigur til FH, sum hevði føroyska landsliðsmálverjan Gunnar Nielsen sum aftasta skansa.

[object Object]
Gunnar Nielsen helt málið reint hetta sumamrkvøldið á Tórsvølli - eins og í HM-undankappingardystinum móti Malta í 2019, har myndin er frá. Tá arbeiddu hann og Atli Gregersen saman. Í Champions League í 2017 vóru teir mótstøðumenn (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nú skal Víkingur aftur royna seg móti mótsstøðuliði úr Íslandi. Talan er um Stjarnuna, sum eftir 14. umfør liggur á 7. plássi við 15 stigum - nakað frá evropeisku plássunum.

Liðið úr Garðabær í Reykjavík-økinum stóð seg tó so mikið væl í 2025, at tað nú er í Conference League, har lagt er upp til spennandi dystir.

Víkinga-hópurin var longu í Reykjavík mánadagin, fitt av fjepparum eru við, og í annaðkvøld verður farið eftir góðum útgangsstigi.  

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
20.00: Stjarnan (Ísland) - Víkingur 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder