- Gaggurnar vaskaði eg beint eftir dystin, tí tær vóru ordiliga skitnar, og tær skulu brúkast aftur longu mikudagin. Men blusuna fari eg bara at goyma; sum eitt minni.
Hetta segði Geza David Turi við FM1 og Portalin - dagin eftir hann á plaskvátum, runutum og óstøðugum grasvølli varð dagsins spælari fyri Grimsby í FA Cup-dystinum móti Wolverhampton.
![]()
Mold og runa sást týðiliga á Blundell Park sunnudagin
![]()
Geza var tann besti hjá Grimsby: Hann vann fleiri bóltar og royndi at fáa bóltin at koyra í tupulu umstøðunum (Mynd: Grimsby)
Tað eydnaðist ikki liðnum ur fjórðbestu deildini at basa liðnum úr Premier League í úmstøðunum, sum Geza lýsir sum torførar: - Vit vistu, at vøllurin var vánaligur fyri bæði liðini, og at fyritreytirnar fyri góðum fótbóltsspæli ikki vóru góðar.
- Havi verið treiskur og tolin
Grimsby Town keypti Geza David Turi úr Vìkingi fyri beint yvir einum ári síðani. Tað var javnan fyrstu mánaðirnar í Onglandi, at miðvallarin ikki var í dystarhópinum, men hetta var Geza greiður yvir áðrenn.
- Summi skilti tað ikki, men eg visti beinanvegin, at soleiðis fór at verða: Tað segði venjarin við meg, og eg skuldi venja meg við enskan fótbólt og arbeiða við ymiskum.
Kappingin um plássini er hørð í Grimsby, og í sambandi við landsliðstúrarnar misti Geza Turi okkurt fet í felagnum, tí League Two hevur ikki landsliðssteðg.
Men landsliðið hevur verið gott fyri Geza, har gøtumaðurin hevur havt størri ábyrgd, og eins og í stríðnum at fáa føroyska passið, hevur hann verið tolin og treiskur:
- Eg havi arbeitt hart fyri at koma har, sum eg eri nú, og tað er týðandi at vera tolin, staðfestir Geza David Turi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald