
- Hatta var sum steypafinalurnar tá Víkingur vann og øll bara lupu inn á vøllin. Havi ikki orð fyri hvussu sjúkt tað var, sigur Geza David Turi við FM1 nú dagin eftir sigurin á Manchester United í bretsku steypakappingini.
Hann greiðir frá, at foreldrini vóru so mikið nervøs, at tey ikki kundu hyggja at dystinum.
- Mamma og babba máttu ganga túr tí tey vóru nervøs, spent og alt í senn. Tey máttu fáa fríska luft meðan eg skeyt brotsspark og skoraði móti United.
Tað gjørdist nevniliga rættiliga spennandi. Dysturin mátti út í longda leiktíð og brotssparkskapping áðrenn ein avgerð fall og tað bleiv Grimsby úr fjórðbestu deildini sum vann á Manchester United úr Premier League.
Geza David Turi skeyt eisini brotsspark og skoraði trygt.
(Mynd: Grimsby Town Football Club)
Pápi Geza David Turi, Geza Turi, spældi móti Manchester United á Old Trafford í 2002, men nú hevur sonurin munin.
- Hann hevur ofta reypað um, at hann hevur spælt ímóti United, men nú kann hann iki tað meira. Nú havi eg yvirhálað hann.
Hoyr samøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi í tíðindunum á FM1 klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald