Fótbóltur

Geza spældi 90 góðar minuttir móti Premier League-liði

Wolves vann harðvunnan sigur á vánaliga vøllinum og í "føroyskum veðri" í Grimsby. Føroyingurin smæddist als ikki burtur á miðvøllinum í FA Cup-uppgávuni og varð kosin besti maður hjá heimaliðnum.

Sum heild var 24-ára gamli gøtumaðurin ein av teimum meira eyðsýndu í stóru uppgávuni hjá League Two-liðnum í FA Cup

Sum heild var 24-ára gamli gøtumaðurin ein av teimum meira eyðsýndu í stóru uppgávuni hjá League Two-liðnum í FA Cup

2026-02-15 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runan spríkti javnan úr undirlagnum, bólturin steðgaði púrasta upp í ávisum støðum, regnið og vindurin gjørdu um seg, og menn offraðu seg fyri hvørjum bólti.

Tað var satt FA Cup-huglag á fullsettu Blundell Park í dag, og sensatiónin lá allatíðina og lúrdi. Ta minna liðið stóð sum heild ikki  aftanfyri: Grimsby hevði bóltin meira, hevði væl fleiri horna, skapti nakrar ógvuliga vandamiklar støður og tordi at vera til staðar.

Tað gjørdi Geza David Turi so sanniliga eisini á sentrala miðvøllinum. Umstøðurnar vóru ikki lættar, men nummar 15 megnaði javnan at endurvinna bóltin fyri Grimsby, at halda álopum í gongd og eisini at forða Meteus Mané og hinum hjá Wolves at veruliga sleppa avstað.

Geza var við at skapa onkrar vandastøður, og sum heild var 24-ára gamli gøtumaðurin ein av teimum meira eyðsýndu í stóru uppgávuni hjá League Two-liðnum: Hann prógvaði seg móti Premier League-mótstøðuni og varð eisini kosin besti maður hjá Grimsby.

[object Object]
Geza David Turi tá hann kom til leikvøllin í dag - føroyski landsliðsmiðvallarin prógvaði seg aftur í dag (Mynd: Grimsby Town Football Club) 

Tíverri skoraði Wolves einasta málið í dystinum. Hetta var eftir eitt langt innkast, tá beint undir ein tími var spældur.

Heimaliðið hevði stóran møguleika at leggja seg á odda tíðliga í dystinum og ein stóran møguleika móti endanum, men tað endaði 0-1. Harvið er FA Cup-ferðin hjá Geza og Gimsby av - men liðið fall við æru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder