Fótbóltur

Geza Turi legði upp og spældi 90 minuttir í FA Cup

Grimsby kom afturum móti Ebbsfleet, men slapp undan at vera á skeivu síðuni av einum steypaskelki við trimum málum innan eitt korter í 2. hálvleiki.

24-ára gamli føroyingurin slapp nú at royna seg í heimsins elstu steypakapping (Mynd: gtfc.co.uk)

24-ára gamli føroyingurin slapp nú at royna seg í heimsins elstu steypakapping (Mynd: gtfc.co.uk)

2025-11-01 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Geza David Turi hevur spælt ógvuliga lítið í League Two ár. Hetta kemst av at landskappingin í lægru deildunum í Onglandi - undir næstbestu deildini - ikki liggur still. 

Harvið hevur føroyski landsliðsmiðvallarin ikki verið í Onglandi til fimm landskappingardystir

Harvið hevur føroyski landsliðsmiðvallarin ikki verið í Onglandi til fimm landskappingardystir, umframt at hann hevur mist nógvar venjingar saman við teimum í breiða hópinum. 

Hesa vikuna hevur Grimsby spælt tveir steypadystir, og Geza hevur fingið samanlagt nógva spælitíð. Hann kom inn í 58. minutti móti Brentford, tá Premier League-liðið vann 5-0 í Carabao Cup-áttandapartsfinaluni, og í dag spældi Geza Turi fullan dyst móti Ebbsfleet United.

Hetta liðið spælir tvær deildir undir Grimsby, og men Ebbsflett var á odda 1-0 í steðginum í Grimsby. Geza og teir tóku sær tó um reiggj, og miðskeiði í 2. hálvleiki var 3-1 til hægra liðið.

24-ára gamli gøtumaðurin er skrásettur fyri uppleggið til triðja málið. Geza skeyt úr 25 metrum, og Danny Rose beindi bóltin beinleiðis í netið. Í fyrstu syftu varð hildið, at føroyingurin fekk málið

[object Object]
Góður dagur hjá Geza í Grimsby (Mynd: Grimsby Town)

Hoyr niðanfyri hvat Geza David Turi hevði at siga um dystin.

Tað endaði eisini 3-1. Talan var um fyrsta høvuðsumfør í FA Cup. Her koma liðini úr fjórðbestu deildini inn. Tað er í 3. umfari, at liðini úr Premier League eru við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder