Fótbóltur

Geza Turi tók av í enskari steypakapping

Spældi allar 90 minuttirnar á miðvøllinum og legði flott upp til fyrsta málið í 3-1 sigrinum hjá Grimsby í 1. umfari í Carabao Cup. Í kvøld fæst greiða á, um Geza og teir fáa til dømis eit Premier League-lið í næsta umfari.

Geza vann bóltin sjálvur, rak inn í brotsteigin hjá Shrewsbury og legði bóltin smart av til Justin Amaluzor, sum legði Grimsby á odda (Mynd. Grimsby Town)

Geza vann bóltin sjálvur, rak inn í brotsteigin hjá Shrewsbury og legði bóltin smart av til Justin Amaluzor, sum legði Grimsby á odda (Mynd. Grimsby Town)

2025-08-13 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingurin í enskum fótbólti kom ikki á vøllin í tveimum teimum fyrstu umførunum í League Two, men í gjár fekk Geza David Turi møguleikan í Carabao Cup, og miðvallarin tók av.

Grimsby Town spæli á heimavølli móti Shrewsbury, sum eisini er í fjórðbestu ensku deildini. 

Í 15. minutti tók nummar 15 hjá Grimsby bóltin frá mótstøðuliðnum. Sum hann gjørdi so ofta í Víkingi, kom Geza Turi ímillum eina alvering á mótsstøðuhálvuni og fór avstað við bóltinum.

Geza kom inn í brotsteigin hjá Shrewsbury og legði bóltin snilt av við vinstra beinið. Síðani smekkaði Justin Amaluzor bóltin í netið til 1-0. Gott mál og ógvuliga góð atgerð hjá Geza.

Vit gera eina roynd at fáa fatur á videobrotum frá dystunum, sum kunnu vísast her

[object Object]
Geza Turi í sínum vanliga stíli í Sarpugerði - og í Onglandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Grimsby hevði sum heild gott tamarhald á dystinum og vann 3-1. Geza David Turi hevði sanniliga sín leiklut í hesum. 24-ára gamli føroyingurin spældi fullan dyst á sentrala miðvøllinum og stóð seg væl. Sambært summum "livescore-tænastum", sum hava karakter, hava hægst tal til Geza.

Talan var um fyrsta høvuðsumfari í minnu ensku steypakappingini - í 2.umfari kom fleiri lið úr hægri deildum inn; millum annað tey ellivu Premier League-liðini sum ikki eru við í evropeiskari kapping hetta kappingarárið.

Tað verður í kvøld, at lutakastið til hetta umfarið verður, og spennandi verður hvat Grimsby og Geza enda við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder