Fótbóltur

Gibraltar tapti 7-0 fyri Kroatia

Mótstøðuliðið hjá Føroyum mánadagin fekk ein veruligan sekk í kvøld - teir hjá Gibraltar koma til landið í morgin.

Ivan Perisic, her á Tórsvølli sum Hadjuk Split-spælari í dysti móti HB í Conference League, var við í fleiri málum hjá kroatum. Kroatia spælir týðandi dyst móti Kekkia mánadagin - samstundis sum Føroyar skulu hava stig á Tórsvølli móti Gibraltar (Mynd: Tórir Photo)

Ivan Perisic, her á Tórsvølli sum Hadjuk Split-spælari í dysti móti HB í Conference League, var við í fleiri málum hjá kroatum. Kroatia spælir týðandi dyst móti Kekkia mánadagin - samstundis sum Føroyar skulu hava stig á Tórsvølli móti Gibraltar (Mynd: Tórir Photo)

2025-06-06 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint sum teir í føroyska ferðalagnum lendu í Vágum fyrr í kvøld, fór dysturin hjá Gibraltar á "heimavølli" móti Kroatia í gongd.

Dysturin millum Kroatia og Gibraltar varð spældur í Algarve í Portugal. Hetta tí at Gibraltar í løtuni ikki hevur ein góðkendan leikvøll - broytingar verða gjørdar á Victoria leikvøllinum.

Helst skulu Føroyar eisini spæla móti Gibraltar í Portugal í september. Fyrst snýr tað seg tó um heimadystin móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum.  

Føroyingar hava fyrimunin við at hava ein dag eyka frí undan HM-undankappignardystinum á Tórsvølli 2. hvítusunnudag. Og hóast Føroyar taptu í Georgia í gjár, og Gibraltar spældi móti einum ógvuliga sterkum liði í kvøld, kunnu teir hjá Gibraltar ikki koma til landið við størri sjálvsáliti enn teir hjá Føroyum. Málúrttøkan hjá liðnum eftir tríggjar dystir er -13 (1-14)

Sí eisini:  Gullbrandur Øregaard: - Fingu eina vánaliga byrjan og eru ikki heilt nøgdir (Video)

Kroatia vann heili 7-0, tá Balkan-landið spældi sín fyrsta undankappingardyst - í mars spældu kroatiar fjórðingsfinalur í Nations League móti Fraklandi.

Tað var 2-0 í steðginum, og í 2. hálvleiki skræddu stórfavorittarnir Gibraltar sundur. Kroatia vísti sín klassa tríggjar dystir áðrenn týðandi dystin móti Kekkia, meðan heimaliðið als ikki fekk fylgt við.

Kekkar vunnu 2-0 á Montenegro í kvøld og hava fult stigatal eftir trý umfør (9 stig). Mánadagin spæla kekkar og kroatar týðandi dyst í Kroatia.

Føroyar og Gibraltar fara bæði eftir sínum fyrstu stigum á Tórsvølli. Teir hjá Gibraltar koma til landið í morgin.

Sí eisini: Jóan Símun Edmundsson verður við móti Gibraltar

Undankapping til HM-endaspælið 2026
3. umfar, fríggjadagin 6. juni 
Gibraltar - Kroatia 0-7
Kekkia - Montenegro 2-0

4. umfar, mánadagin 9. juni
19.45: Føroyar - Gibraltar
19.45: Kroatia - Kekkia 

Støðan: 
1. Kekkia 9 stig (3 dystir)
2. Montenegro 6 stig (3 dystir) 
3. Kroatia 3 stig (1 dystir)
4. Føroyar 0 stig (2 dystir)
5. Gibraltar (3 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder