Fótbóltur

Gilbraltar - Føroyar: Fylg við á FM1 og Portalinum

Undansendingin á FM1 byjar við upptakt klokkan 18.45, og síðani sigur Trygvi Absalonsen beinleiðis frá týðandi landsdystinum. Á Portalinum verða beinleiðis bloggur, myndir og annað av Gibraltar.

Sverri Egholm er til reiðar við myndatólinum, og Trygvi Absalonsen við mikrofonini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Sverri Egholm er til reiðar við myndatólinum, og Trygvi Absalonsen við mikrofonini (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-09-08 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gibraltar (Portalurin/FM1); Klokkan 19.45 spæla Føroyar og Gibraltar týðandi HM-undankappingardyst á Europa Point-leikvøllinum heil sunnarlaga í Evropa - tað eru undir hesum øðrvísi umstøðunum, at Føroyar skulu hava stig

Sí eisini: (Myndir) Skulu stríðast fyri sigrinum heilt har suðuri í Evropa

Føroyska manslandsliðið hevur verið væl við í øllum sínum dystum undir verandi venjaratoymi. Í 2025 er talan vorðin um trý tepur tap (við einum máli) og ein sigur í HM-undankappingini.

FM1 bryjar áðrenn klokkan 19

Nú Føroyar fara eftir at endurtaka sigurin á Gibraltar frá í juni, verður tað sjálvandi við beinleiðis FM1 frásøgn.

Fyrst verður upptakssendingin frá klokkan 18.45. Tá verður partur av upptakssendingini við Tróndi Arge og Heðini Arge í dag endursendur.

Hoyr undansendingina her

Sí eisini: - Hasin maðurin fær ikki mikrofonina aftur

Stutt eftir klokkan 19 er Heri Simonsen til reiðar í Rásarúminum. og síðani verður sett til Trygva Absalonsen, sum fer at siga frá dystinum.

Lurta eftir FM1 her

Portalurin hevur sum vant beinleiðis blogg í smáar tveir tímar upp til dystin. Vit lodda dýpið rundanum og koma við liðuppstillingum og tí feksasta av staðnum.

Undir dystinum dagføra vit við teksti og myndum - til ber at fylgja støðuni beinleiðis ovast á Portalinum og FM1.

Eftir landsdystin taka vit samanum. Millum annað við venjarum/og spælarum.

Alt hetta á okkara pallum - portal.fo og fm1.fo.

Til ber eisini at síggja meira upptakstilfar á roysni.fo

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar

Støðan í bólkinum:
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)

Kringvarpið vísir dystin.

Sí eisini: 
Samuel er til reiðar at stíga inn í miðverjuna (Video)
Eru ikki so góðir at vit ikki kunnu tapa ímóti hesum liðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder