Fótbóltur

Gilli er ikki longur liðskipari hjá TB

Hevði ikki bandið á móti 07 Vestur og hevur havt heldur trupult við at hugsavna seg um sjálvan fótbóltin í seinastuni. Áhugi er sum skilst úr bestu íslendsku deildini.

Gillir Rólantsson Sørensen staðfestir fyri Portalinum, at støðan við venjarabroyting undan kappingarárinum hevur ávirkað hann. Royndi spælarin var liðformaður alt 2024, tá TB flutti upp aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gillir Rólantsson Sørensen staðfestir fyri Portalinum, at støðan við venjarabroyting undan kappingarárinum hevur ávirkað hann. Royndi spælarin var liðformaður alt 2024, tá TB flutti upp aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-21 16:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skírisdag tryggjaði TB sær sín fyrsta sigur síðani afturvendanina til Betrideildina og kom harvið upp á fimm stig. Liðið vendi 0-1 til 2-1 í dystinum móti 07 Vestur og er nú í betri støðu eftir nakrar annars tungar vikur.

Eitt sermerkt, og sum eisini sæst á dómaraseðlanum, var, at Gilli Rólantsson Sørensen ikki var liðformaður. Tað hevur hann annars verið í øllum hinum dystunum í ár. Royndi spælarin hevði eisini bandið á alt 2024, eftir at trongisvágsmaðurin vendi aftur til barndómsfelagið.

Sum skilst er tað ikki nakað dramatiskt í hesum, og er tað nakað, sum Gilli Rólantsson sjálvur hevur biðið um. Hann hevur verið heldur ávirkaður av støðuni upp til kappingarárið við Stóra, staðfestir spælarin sjálvur fyri Portalinum í dag.

- Tað einasta, ið eg kann siga er, at eg havi verið alt ov ávirkaður av øllum. Tað hevur verið verðið heldur toført at haft fokus á tað, sum tað handlar um - at spæla fótbólt, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

Gilli var ein longdur armur av venjaratoyminum í fjør, har Markus Thorberg var leikandi høvuðsvenjari, og Lars Müller var málmansvenjarari. Eitt venjaratoymi sum í vetur fyrst varð útvíðkað við Rasmusi Nolsøe og einum norðmanni, men sum ikki so langt undan kappingarbyrjan fór í upploysn.

Sí eisini: TB-formaðurin: - Tað vóru samstarvstrupulleikar í venjaratoyminum

Eitt nýtt venjaratoymi við Sonna Djurhuus á odda varð endaliga avdúkað fyri einum mánaði síðani.

Áhugi úr bestu íslendsku deildini

Sum nú er, er Gilli ikki liðformaður men fastur maður í TB. Hann hevur sáttmála til og við kappingarárið 2028.

Tað er tó ein ávísur áhugi úr Íslandi fyri at fáa 32-ára gamla føroyingin yvir nú. Talan er um eitt lið í bestu íslendsku deildini. 

Gilli Rólantsson vísir ikki aftur, at onkur hevur víst honum áhuga. Royndi verjuspælarin hevur fyrr eisini staðfest, at hann vil aftur á landsliðið - hann hevur ikki verið úttikin til A-landsliðið, síðani hann kom aftur til TB, og so er spurningurin um møguligt yrkisfótbóltur í Íslandi kann gera mun á hesum økinum.

Um so er, at Gilli Rólantsson skal skifta felag, so skal hann sum útgangspunkt keypast leysur úr TB. Flytingarvindeygað í Íslandi letur aftur í næstu viku, týsdagin 29. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder