
Eftir nakað av gitingum ymsastaðni kundu vit í gjár staðfesta, at Gilli Rólantsson Sørensen seinni í mánaðinum kann spæla fyri KÍ. Nú er skiftið frá TB endaliga staðfest.
Sí eisini: Gilli skal nú spæla fyri KÍ
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttafelag staðfestir seinnapartin, at ein sáttmáli er gjørdur fyri restina av 2025.
- Venjarin vísur á, at tað er upp til leikaran sjálvan at prógva seg í tíðarskeiðinum, og um báðir partar fáa fruktagott samstarv, so kann sáttmálin leingjast.
Magnus Powell staðfestir, at KÍ hevur havt frágongd av tveimum miðverjum síðani kappingarbyrjan, og tí er tøvur á at styrkja um kappingina á hesum økinum. Harafturat kann Gilli eisini spæla á øðrum plássum, og hendan undirskriftin kann tí geva góðar møguleikar, staðfestir sviin.
Spælarin sjálvur gleðir seg at arbeiða saman við restina av hópinum - í einari sterkari ítróttamentan og í einum góðum venjingarumhvørvi.
- Eitt slíkt venjingarumhvørvið dregur meg, tí mær dámar at venja á høgum støði, og geva meg fult út til hvørja einastu venjing. Eg ætli eisini at flyta til Klaksvíkar, tí eg ynski at fáa hetta inn undir húðina, venja mest møguligt, og geva alt tað sum eg eigi í strembanini eftir spælitíð, sigur Gilli við ki.fo.
Spælarin við 65 A-landsdystum heldur, at hetta er eitt perfekt "match" fyri hann. Magnus Powell og KÍ vísa eisini á altjóða royndirnar hjá 32-ára gamla tvøramanninum, sum áður hevur spælt í Eliteseriuni og Superliguni.
Seinastu 18-mánaðirnar hevur Gilli Rólantsson Sørensen spælt við barndómsfelagnum, men nú er hetta samstarvið endað. Í seinnu hálvu av 2025 er Gilli KÍ-spælari. Hann og Daniel Johansen eru tøkir á spæla frá 16. juni og úteftir.
- Eg rokni við at fáa fleiri leikaratilgongdir, staðfestir venjarin hjá oddaliðnum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald