
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Nú tað er midnátt føroyska tíð, eru nakrir moyrir menn komnir uppá pláss heilt eystarlaga í Evropa.
Nógvir hava spælt harðar dystir um vikuskiftið og hava nú ferðast leingi - serliga teir sum fóru úr Føroyum stutt eftir klokkan átta í morgun:
Vágar - Keypmannahavn - Istanbul - Tibilisi
Alt hevur gingið sum ætlað, og tá man er móður og klokkan er trý lokala tíð er gott at fáa tikið sær av løttum og sovið á einum fimm-stjørnaðum gistingarhúsi.
Tað er langt at fara til Georgia at spæla ein venjingardyst, men Føroyar skuldu spæla ein hesa vikuna. Fótbóltssambandið í Georgia bjóðaði av - og bjóðaði gisting og annað.
Tíðarmunurin er tríggjar tímar, og føroyingar fara nærum at liva eftir føroyskari tíð næstu trý samdøgrini. Í morgin verður venjing og annað á skránni - dysturin verður spældur hóskvøldið 5. juni klokkan 17, føroyska tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald