Fótbóltur

GOG tapti greitt í steypahálvfinaluni

Óli Mittún skoraði fýra mál og legði upp til eins nógv, men Aalborg var sterkari og skal spæla finalu móti Ringsted í morgin.

Óli Mittún og teir royndu, men Aalborg fór av álvara frá eftir eina løtu í 2. hálvleiki (Mynd: EPA)

Óli Mittún og teir royndu, men Aalborg fór av álvara frá eftir eina løtu í 2. hálvleiki (Mynd: EPA)

2026-02-14 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG kom skjótt afturum men hekk í eina góða løtu í dagsins hálvfinalu. Tá fimm minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki, var 13-13, men so skoraði Sander Sagosen, áðrenn Niklas Landin stóð fyri stórari tvífaldari bjargin - tað var 14-17 í steðginum.

Júst danska málverjulegandan gav GOG stórt høvuðbrýggj, og hansara 14 bjargingar vóru stórur partur av muninum í Jyske Bank Boxen. Hinumegin høvdu GOG-málverjarnir samanlagt níggju bjargingar, og verjan megnaði ikki at fáa tamarhald á omanfyrinevnda Sagosen, umframt evropameistarunum Thomas Arnoldsen og Mads Hoxer: Hoxer skeyt heilit 13 mál í hálvfinaluni.

Óli Mittún skoraði trý mál tíðliga í dystinum, har tað eina var framúr: Snýtti Landin við at kasta bóltin afturum seg í kroystari støðu. Síðani gekk ein góða løta, til nummar 78 aftur skoraði, men 20-ára gamli hoyvíkingurin stjórnaði sum heild 7 móti 6-spælinum hjá GOG væl. Trupulleikin var tó serliga brendu møguleikarnar.

Samanlagt skeyt Óli Mittún fýra mál uppá seks skot, vann tvey brotskøst og varð skrásettur fyri tvey upplegg annars í hansara fyrstu hálvfinalu í Danmark.

GOG bjóðaði Aalborg av í størri mun enn í landskappingardystunum millum liðini fyrr í ár. Føroyingafelagið av Fjóni byrjaði væl eftir steðgin, men tað fór frá 21-20 til 26-20 uppá fáar minuttir, og so var so gott sum avgjørt. Munurin við seinasta bríksl var eisini seks mál: 35-29. 

Harvið skulu Óli og teir spæla bronusdyst móti Sønderjyske í morgin klokkan 12.30. Aalborg spælir finalu móti TMS Ringsted klokkan 15 - har er Aalborg stórfavorittur. Nógv bendir á, at onkrir føroyingar skifta til Ringsted í summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder