Fótbóltur

Gransking: Kvinnur í skiftisárum varðveita beinheilsu við fótbólti

Miðaldrandi kvinnur, sum byrjaðu at spæla fótbólt, meðan tær vóru í 40-árunum, og sum í heili níggju ár hava vant fótbólt í miðal tvær ferðir um vikuna, varðveita beinheilsuna, vísir nýggj føroysk gransking.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-15 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beinbroyskni og vánalig beinheilsa eru álvarsligir alheims fólkaheilsutrupulleikar, sum vaksa munandi við demografiskum broytingunum, sum bera í sær, at talið á eldri borgarum veksur nógv og skjótt.

Í løtuni hava umleið 200 milliónir fólk beinbroyskni, og hetta tal, meta granskarar, fer í 2050 at verða tríggjar ferðir so stórt, og ein avleiðing verður, at árligu beinbrotini fara at verða níggju milliónir í tali.

Tá vit eldast, viknar beinagrindin, tí beintættleikin minkar, og samstundis missa vit vøddamongd og kropsligar førleikar, sum í ávísan mun stendst av minkandi framleiðslu av kynshormonum.

Menn, sum eru eldri enn 50 ár, og kvinnur í skiftisárunum eru í munandi størri váða fyri brotum í beinum, mjødn og ryggi.

Men ein nýggj grein hjá føroyskum granskarum vísir, at miðaldrandi kvinnur, sum byrjaðu at spæla fótbólt, meðan tær vóru í 40-árunum, og sum í heili níggju ár hava vant fótbólt í miðal tvær ferðir um vikuna, varðveita beinheilsuna í beinunum, mjødnini og niðara partinum av rygginum, hóast tær í hesum tíðarskeiði koma í skiftisárini, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.

Øvugt av fótbóltskvinnunum, vísir ein kontrollbólkur minkandi beintættleika. Samstundis vístu blóðroyndir, at evnisskiftið hjá beinkyknunum varð munandi hægri hjá teimum, sum vandu fótbólt, samanborið við kontrollkvinnurnar.

Fótbóltskvinnurnar høvdu eisini størri vøddamongd í beinunum eftir tey níggju árini við fótbólti, og meðan vøddastyrkin hjá kvinnunum í kontrollbólkinum minkaði við 10 prosentum, so varðveittu fótbóltskvinnurnar sína vøddastyrki, hóast tær vóru eldar níggju ár og komnar í skiftisárini.

Greinina, sum Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað saman við May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum, og Tóra Sjúrðarsyni, adjunkti í fysiologi, bæði frá Setrinum, umframt professarunum Jann Mortensen (Ríkissjúkrahúsið og Landssjúkrahúsið), Niklas R Jørgensen (Ríkissjúkrahúsið) og Peter Krustrup (Syddansk Universitet) er júst útgivin í tíðarritinum, Biology of Sport.

Greinin ber heitið "Recreational football training preserves bone health in women over 9 years during the menopause transition".

- Hetta er ein granskingarverkætlan, sum Granskingarráðið stuðlaði longu í 2013, tá hesar kvinnurnar vóru býttar upp í tríggjar venjingarbólkar og ein kontrollbólk. Fyrsta venjingartíðarskeiðið var 15 vikur, sum so varð longt til eitt heilt ár. Eftir hetta stovnaðu kvinnurnar í fótbóltsbólkinum sjálvar felagið FC Trón, sum venur á Eysturvølli í Havn, har umleið 50 miðalaldrandi kvinnur venja upp í fýra ferðir um vikuna. Tær høvdu hugagóðar vant í samfull níggju ár, tá vit so bjóðaðu teimum inn aftur til kanningar. Í miðal hava tær vant tvær ferðir um vikuna hesi níggju árini, og tað er hvørja einastu viku í árunum. Tað er í sjálvum sær framúr!, sigur Magni Mohr, professari sambært Fróðskaparsetri Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder