Fótbóltur

Grønhøvdaoyggjar til HM í fótbólti

Tað er ikki einans føroyska landsliðið í fótbólti, ið skapar yvirskriftir í hesum døgum.

Spælarar frá Cap Verde oyggjum fegnast. Myndin er tikin eftir óvæntaða 1-0 sigurin á Kamerun í farna mánaði (Mynd: BBC)

Spælarar frá Cap Verde oyggjum fegnast. Myndin er tikin eftir óvæntaða 1-0 sigurin á Kamerun í farna mánaði (Mynd: BBC)

2025-10-14 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki bert føroyska landsliðið, ið hevur skapt yvirskriftir í sambandi við kappingina um at koma við til HM-kappingina í fótbólti, sum verður í USA, Meksiko og Kanada komandi summar

Eitt annað oyggjaland, Cap Verde oyggjar, ella Grønhøvdaoyggjar, eru komnar eitt stig longur enn Føroyar. Blue Sharks, kelinavnið hjá landsliðnum hjá Grønhøvdaoyggjum, megnaðu í gjárkvøldið at spæla seg beinleiðis til sjálva HM-kappingina.

Tað hendi tá Grønhøvdaoyggjar í gjárkvøldið vunnu 3-0 á suðurafrikanska landinum Eswatini, sum fyrr varð kallað Swaziland.

Við úrslitinum tryggjaðu Grønhøvdaoyggjar sær fyrsta plássið í sínum bólki, og harvið beinleiðis luttøku í HM-kappingini. Mæta afrikanska fótbóltstjóðin, Kamerun, endar á øðrum plássi í bólkinum, og skal spæla playoff-dyst fyri at tryggja sær HM luttøku.

Hini londini í bólkinum vóru Libya, Angola og Mauritius.

Ongin av leikarunum á liðnum hjá Cap Verde spælir til dagligt í heimlandinum. Spælararnir eru spjaddir kring stóran part av knøttinum, teir flestu tó í Portugal. Cap Verde oyggjarnar eru fyrrverandi portugisiskt hjáland, har búgva umleið 600.000 fólk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder