
Longu undan seinasta dystinum hjá 1. deild kvinnum var greitt, at ÍF hevði vunnið deildina og ÍF harvið hevði tryggjað sær 1. plássið. NSÍ tók ímóti við Løkin, men tær vístu ikki serligt gestablídni, tá tær eftir 38 sekundum løgdu seg á odda 1-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Tað tók kortini onga gleði frá óføra røsku ÍF-kvinnunum, sum fingu steyp og heiðursmerki eftir dystin.
Bestu kvinnurnar skulu nú spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti liðnum, sum endar nr. 8 í B-bólkinum í bestu deildini. Hesin dystur verður spældur 15. oktobur.
Í 2020 hevði ÍF felagslið í bestu kvinnudeildini saman við Víkingi og B68. Árið eftir avgjørdu liðini at fara hvør til sítt og síðani hevur kvinnusíðan hjá ÍF veruliga fingið flog undir veingirnar. Í dag spæla líka nógvar gentur sum dreingir fótbólt við ÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald