
Gullbrandur í Horni Øregaard hevur hetta kappingarárið spælt í triðbestu norsku deildini.
Nakað av tí jaliga er, at Sandnes Ulf á ymiskan hátt koyrir sum eitt yrkisfelag, at Gullbrandur Øregaard hevur spælt fast, og at føroyingurin er liðformaður.
Og eftir næstseinasta umfar í PostNord-ligaen hevur Sandnes Ulf aftur vunnið sær sæti í næstbestu norsku deildini.
Plássið í OBOS-deildini varð tryggjað við 4-1 á heimavølli móti Arendal.
Útiliðið legði seg annars á odda, men liðið hjá Gullbrandi javnaði beint fyri steðgin. Í 2. hálvleiki fór vinnarin av deildini frá. Sotra kann ikki fáa Sandnes Ulf aftur, nú føroyingafelagið hevur 54 stig fyri 25 dystir.
Gullbrandur Øregaard hevur spælt fýra og eitt hálvt ár í Sandnes Ulf og heldur eftir øllum at døma fram, nú liðið flytur upp aftur eftir eitt ár í Post Nord-deildini.
23-ára gamli føroyingurin hevur spælt 16 U21-landsdystir og tveir A-landsdystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald