Fótbóltur

Gunnar og Jóannes hava spennandi uppgávur í Danmark í kvøld

Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík skulu verja 3-0 leiðslu móti Brøndby - nú er leirvíkingurin helst í hópinum. Jóannes Bjartalíð skoraði síðst móti FC Midtjylland, men Fredrikstad skal venda tí í kvøld. Dystirnir síggjast á Disney+.

Gunnar Vatnhamar til venjing í Brøndby saman við føroysku Annu Mariu, sum av tilvild var ein av vaktunum á staðnum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Gunnar Vatnhamar til venjing í Brøndby saman við føroysku Annu Mariu, sum av tilvild var ein av vaktunum á staðnum (Mynd: Víkingur Reykjavík)

2025-08-14 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani skelkaði Víkingur Reykjavík donsku gestirnar í Íslandi í 3. umfari í Conference League - aftaná fóru gestirnir uttanfyri vøllin illa við ymiskum tingum rundanum.

Sí eisini: Liðið hjá Gunnari basti og eyðmýktti Brøndby

Les eisini: Brøndby-fjepparar gjørdu skaðar fyri fjórðings millión í Reykjavík

Tað endaði 3-0 til íslendska liðið, sum í kvøld skal royna at verja leiðsluna á Brøndby Stadion, har seinni dysturin verður spældur. Tað er hinvegin stórt trýst á Brøndby, sum hevur tosað um og lagt fíggjarætlan eftir deildarspælinum.

Gunnar Vathamar var ikki í hópinum síðsta hósdag. Leirvíkingurin hevur ikki spælt seinasta mánaðin ella so vegna skaða í knænum.

Sterki verjuspælarin er tó við í Danmark, og kann hann møguliga fáa ein leiklut til brakið í kvøld.

[object Object]Víkingar úr Reykjavík venja á Brøndby Stadion

[object Object]
Brøndby varð kroyst av HB í 2. umfari og er nú undir stórum trýsti í 3. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Fredrikstad er í Europa League sum norskur steypavinnari. Fyrri dysturin í 3. umfari endaði við 3-1 á tapi á heimavølli fyri FC Midtjyllandi.

Harvið er danska risafavorittur at spæla seg víðari í kvøld, tá liðini aftur hittast - hesaferð í Herning.

Jóannes Bjartalíð kom inn og gjørdi bart í sínum fyrsta evropeiska dysti í trý ár. Klaksvíkingurin hevur verið ógvuliga skaðadarvaður, men hann skoraði málið hjá Fredrikstad - sítt fyrsta í 2025.

Sí eisini: Jóannes Bjartalíð skoraði móti FC Midtjylland

Dysturin hjá Bjartalíð og Fredrikstad byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Brøndby og Víkingur spæla klokkan 18.30. Báðir dystirnir síggjast á Disney+

Europa League 3. umfar, seinni dysturin
MCH Arena, hósdagin 14. august
FC Midtjylland - Fredrikstad (Jóannes Bjartalíð) (3-1)

Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Brøndby Arena, hósdagin 14. august
Brøndby IF - Víkingur Reykjavík (Gunnar Vatnhamar) (0-3)

Dystirnir síggjast á Disney+

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder