Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar er á ársins liði hjá stórum íslendskum fótbóltsmiðli

Landsliðsmiðverjin var skaddur part av árinum men var ógvuliga stinnur fyri meistaraliðið.

2025-10-29 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilt frá byrjan hevur Gunnar Vatnhamar verið ein týðandi spælari hjá Víkingi Reykjavík. Fyrsta árið (2023) vann felagið íslendsku greipuna. Í fjør kom Víkingur í evropeiskt deildarspæl við stórari hjálp frá Gunnari, og í ár hevur høvuðsstaðarfelagið aftur verið best í Íslandi.

Liðið gjørdist meistari í triðseinasta umfari, og leygardagin var meistaraveitsla í Víkini. Víkingur vann 2-0 á grannunum úr Vali. Gunnar Vatnhamar spældi 90 minuttir, og harvið var 30-ára gamli leirvíkingurin aftur við at halda málið reint.

[object Object]
Víkingirnar fegnast um enn eitt steyp (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Sterku avrikini hjá føroyska landsliðsmiðverjanum vekja framvegis ans í Íslandi. Og stóri fótbóltsmiðilin fotbolti.net hevur Gunnar Vatnhamar á ársins liðið sum annan av miðverjunum: 

[object Object]Gunnar er á liðnum saman við millum annað svenska miðverjumakkaranum, Oliver Ekroth og Gylfa Sigurðsson Mynd: fotbolti.net

Gunnar Vatnhamar spældi 18 dystir í íslendsku landskappingini í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder