Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar og Víkingur vunnu oddadyst

Felagið úr Reykjavík vitjaði í gjár Vestri, sum hevur tikið øll á bóli í ár. Gunnar var við at halda málið reint, og nú eru fýra stig niður til nummar tvey.

Gunnar Vatnhamar og verjan arbeiddu væl - Gunnar hevur aftur oddadyst sunnukvøldið, og síðani eru landsdystir á skránni (Mynd: Andrei Antal)

Gunnar Vatnhamar og verjan arbeiddu væl - Gunnar hevur aftur oddadyst sunnukvøldið, og síðani eru landsdystir á skránni (Mynd: Andrei Antal)

2025-05-30 06:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør endaði tað við silvuri í bæði steypakappingini og í landskappingini, men greipuvinnararnir frá 2023 vilja gera tað til gull í ár.

Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar eru eisini ovast í fremst íslendsku deildini eftir níggju dystir við tjúgu stigum.

Trý stig komu til høldar í ógvuliga týðandi dysti í gjárkvøldið. Hetta var á Ísafjørðinum, har Vestri tók ímóti. Liðið hevur tikið øll á bóli fyrsta partin av kappingini og blanda seg uppí oddin.

Nú eru fýra stig ímillum hesi liðini, sum eru nummar eitt og tvey. Høvuðsstaðarfelagið vann 1-0 við máli í 1. hálvleiki - hetta var við brotssparki í 28. minutti.

Gunnar Vatnhamar spældi allar 90 minuttirnar - sum 30-ára gamli leirvíkingurin plagar at gera, tá hann er heilt tøkur (100 prosent til reiðar). Landsliðsmiðverjin var við at halda málið reint og tryggja trý týðandi stig. 

Ein oddadystur er afturat hjá Gunnari og teimum áðrenn landsliðssteðgin: Á útivølli móti Breiðablik sunnukvøldið. Meistararnir eru á 3. plássi - fýra stig aftanfyri Víking.

Í gjárkvøldið gjørdist Jóan Símun Edmundsson avgerandi fyri KA, tá tað eydnaðist at vinna 2-1 á Fram.

Sí eisini: Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið í Reykjavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder