Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar skal sita uttanfyri næstu vikurnar

Leirvíkingurin meiddi sær knæðið í seinasta evropeiska dystinum og er harvið ikki við hetta umfari. Tað eru heldur ikki góð sannlíkindini fyri Brøndby/HB í næsta umfari, ella at hann spælir nakað serligt í august.

Føroyar hava tveir landsdystir tíðliga í september - Kroatia (5/9) og Gibraltar (8/9). Gunnar er fastur landsliðsspælari, men ivasamt er, um hann verður komin so mikið fyri seg tá (Mynd: Andrei Antal)

Føroyar hava tveir landsdystir tíðliga í september - Kroatia (5/9) og Gibraltar (8/9). Gunnar er fastur landsliðsspælari, men ivasamt er, um hann verður komin so mikið fyri seg tá (Mynd: Andrei Antal)

2025-07-24 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnukvøldið tapti Víkingur Reykjavík oddadyst í Bestu Deild Karla fyri Vali. Tá var liðið uttan Gunnar Vatnhamar, og tað verður tað helst í ein mánaða ella so.

Gunnar greiðir Portalinum frá, at hann fekk ein skaða í knæðið, tá hann blokeraði eitt skot til venjing fríggjadagin. 

Hetta var dagin efti 8-0 sigrurin á Malisheva úr Kosovo fyri viku síðani. Leirvíkingurin varð skiftur út í steðginum, tí Vìkingur spardi hann til oddadystin sunnudagin: Íslendska liðið var tá á odda 5-0. 

Sí eisini: (Video) Metstóri sigurin hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingi

Tíverri kom ein skaði kortini,  men tað tykist tíbetur ikki at vera ein av álvarsomu knæskaðunum.

- Tað er óvist, júst hvussu leingi eg skal vera úti. Eg havi í fyrstu syftu fingið at vita, at tað eru 3-5 vikur.

Hetta merkir millum annað, at Gunnar Vatnhamar missur 2. umfar í Conference League, har Víkingur í kvøld spælir fyrra dystin móti Vllaznia í Albania. Helst verður hann eisini úti í báðum dystunum í 3. umfari, sum er ímóti vinnaranum av Brøndby og HB, um Víkingur aftur kemur víðari.

30-ára gamli føroyingurin verður eisini saknaður í tætta íslendska meistarastríðnum, og so er tað landsliðið: Tað eru seks vikur til heimadystin móti Kroatia, har Gunnar Vatnhamar hevði verið kærkomin at havt við sum vant. Tá tað eigur 3-5 vikur nú, kann tað fara at ríða um snarið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder