Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar skoraði sigursmálið og varð dagsins maður

Føroyski miðverjin skoraði til 3-2 í Reykjavík-uppgerðini í gjár, har fyrrverandi HB og AB-spælari eisini kom á máltalvuna. Víkingur tók harvið oddasessin aftur.

2025-06-17 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fóru tvey mál inn í 1. hálvleiki, eftir at Víkingur Reykjavík annars hevði lagt seg á odda tvær ferðir.

Hóast Gunnar Vatnhamar og teir helst ikki vóru heilt nøgdir við verjukenda avrikið fyri steðgin, so var 2. hálvleikur betri hjá Víkingi á tí økinum. 30-ára gamli føroyski verjuspælarin fekk eisini stóran leiklut í hinum endanum av vøllinum.

Í 49. minutti legði Gylfi Sigurðsson eitt gott hornasparksinnlegg móti Gunnari, og leirvíkingurin takkaði fyri. Hann stútaði, og hetta tryggjaði Víkingi sigurin móti KR.

Gunnar Vatnhamar varð eftir 3-2 dystin á heimavølli valdur at vera dagsins spælari hjá Vìkingi.

[object Object]Gunnar Vatnhamar persónligan heiður eftir týðandi sigurin eisini (Mynd: Víkingur Reykjavík)

Sigurin hjá Víkingi var ógvuliga týðandi, tí Gunnar og teir fóru framvið Breiðablik. Liðið hevur 23 stig fyri 11 stig, meðan Breiðablik hevur 22 stig.

Sunnukvøldið vitja Gunnar Vatnhamar og teir á Akureyri, har Jóan Símun Edmundsson og KA møtast.

Mathias Præst Nielsen skoraði annað málið hjá KR Reykjavík móti Víkingi í gjár. Hann spældi við AB í seinnu hálvu í 2022 og við HB í 2023. Danski miðvallarin er byrjaður væl í sínum øðrum ári í Íslandi.

[object Object]
Mathias Præst í hálvfinaludysti fyri HB móti 07 Vestur í 2023. Miðvallarin var við at vinna steypakappingina hetta árið - síðani gekk leiðin til Íslands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder