Fótbóltur

Hákun skal spæla Champions League-hálvfinalu í morgin

Füchse Berlin fer eftir at koma í Champions League-finaluna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Føroyingurin og hinir skulu royna at sleppa framvið Nantes seinnapartin leygardagin.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin skulu nú royna seg í Final Four í Köln (Mynd: EPA)

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin skulu nú royna seg í Final Four í Köln (Mynd: EPA)

2025-06-13 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit feiraðu tað í tveir dagar. Vit hava tó fingið fokus á Final 4 nú. Tað snúði seg um at rusta líka seinastu dagarnar av okkum og fyrireika okkum til hálvfinaluna móti Nantes leygardagin. Tað hevur líka nógv at siga fyri meg sum Bundesligan. Sjálvt um at man merkir týðiligt, at meistaraheitið er tað viktigasta fyri felagið,. Men vit spælarar eru sera spentir at royna at spæla til ársins hondbóltsstevnu.

Soleiðis segði Hákun West av Teigum við Portalin mikudagin. 

Les meira: Hákun: - havi upplivað hvussu nógv hetta hevur at siga

23-ára gamli høgri vongurin gjørdist sunnudagin fyrsti føroyingurin at vinna týska meistaraheitið - hetta var eisini fyrsta Bundesliga-heitið hjá Füchse Berlin.

Hann og liðfelagarnir hava ikki fingið nógva tíð at feira. Hetta tí at Füchse Berlin hevur spælt seg í Final Four í Champions League.

Sum Hákun West av Teigum sigur, so er vikuskifti við Champions League hálvfinalum og finalum og ársins hondbóltsstevna í felagshondbólti. Í fjør vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel har - annað árið á rað skal ein føroyingur føddur í 2002 spæla í stóru dystunum í Köln.

Hoyvíkingurin hevur vunnið sær fast pláss á høgra vongi hjá týsku meistarunum. Í Champions League spældi Hákun millum annað stóran leiklut í stórsigrunum á Aalborg, har hann var púra tryggur móti Niklas Landin og Fabian Norsten.

Í morgin skal Füchse Berlin spæla í Final Four fyri fyrstu ferð síðani 2012, sum higartil er einastu ferð, at týska høvuðsstaðarfelagið hevur verið millum tey seinastu fýra liðini í Champions League.

Mótsstøðuliðið í morgin er Nantes, sum endaði á 2. plássið í fronsku deildini. Liðið hevur sligið Sporting CP og Kielce út á vegnum - Füchse stendur sum rímiliga stórur favorittur til dystin.

Fyrsta bríksl í Köln í morgin verður klokkan 14 - dysturin sæst á TV3 Sport og Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder