Í mai mánaði í ár vóru Føroyar vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum. Tá vunnu føroysku genturnar Respect and FairPlay steypið.
Halla M. Ejdesgaard, sum var føroyskur liðskipari til endaspælið í ár, var í Nyon í dag og tók ímóti steypinum.
![]()
Mynd: fsf.fo
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at føroyski liðskiparin eisini fekk heiðurin at luttaka í lutakastinum til EM-undandystirnar næsta ár.
- Hon dróg øll londini úr pottinum - bæði til League A og B. Og til bólkin hjá Føroyum dróg Halla Belgia, Slovenia og Aserbaijan.
Føroyska U17 landsliðið spælir í League B og skal spæla sínar dystir á vári 2026. Tá spæla tær fyri at flyta upp í League A.

Bólkarnir í Deild B hjá U17 - Mynd: Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald