Fótbóltur

Hamrun Spartans eru lendir í Føroyum - bíða eftir endaligu váttanini frá UEFA

Tað gekk, hóast fitt av mjørka og nakað av bíðistøðu, átta tímar fyri ætlaðu dystarbyrjan. Vit hava NSÍ-formanin ígjøgnum í FM1-tíðindunum á middegi.

Her er leiguflogarið hjá mótstøðuliðnum í NSÍ fyri lítlari løtu síðani (Mynd: fae.fo)

Her er leiguflogarið hjá mótstøðuliðnum í NSÍ fyri lítlari løtu síðani (Mynd: fae.fo)

2026-07-09 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Conference League-mótstøðuliðið hjá NSÍ er nú í landinum. Hetta eitt stórt samdøgur seinni, enn teir hjá Hamrun Spartans ætlaðu.

Farið var úr Bergen beint eftir klokkan 10 føroyska tíð. Eina løtu var leiguflogarið hjá liðnum av Malta í bíðustøðu omanfyri oyggjarnar, áðrenn tað klárnaði nakað meira.

Síðani varð ein roynd gjørd - og tað eydnaðist.

Flogfarið hjá Trade Air lendi beint fyri klokkan 11.40. Hetta er beint yvir átta tímar fyri ætlaðu dystarbyrjanina í Klaksvík.

Harvið burdi tað ikki verið ein trupulleiki at spæla dystin, og tað er mest sannlíkt, hóast teir í Hamrun Spartans ynskja at útseta hann fyri at fáa meira hvíld. Skriv er sent til UEFA.

Vit hava fyrr sæð landslið og evropeisk mótstøðulið hjá føroysku liðunum spælt sama dag, sum tey eru lend. Hóast hetta, og hóast teir hjá Hamrun Spartans lendu til áleið ætlaðu tíðina í dag, er tó ikki endaliga staðfest, at dysturin verður spældur í kvøld.

Hetta frætta vit endaliga skjótt. NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen, verðir ígjøgnum í FM1-tíðindunum á middegi.

Lurta her

------------------------------------------------

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta)

FM1 sigur frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder