Fótbóltur

Hans Jákup Arngrímsson fær sín evropeiska elddóp á Tórsvølli í kvøld

U21-landsliðsmálverjin skal verja Víkinga-málið, nú A-landsliðsmálverjin, Bárður á Reynatrøð, ikki er tøkur. Olaf Bárðarson hevur leikbann hetta umfarið.

Hans Jákup hevur higartil spælt ein dyst fyri besta lið barndómsfelagsins - tað var móti FC Hoyvík í steypakappingini í fjør. Her sæst gøtumaðurin í venjingardysti á Tórsvølli; nú er meira uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Hans Jákup hevur higartil spælt ein dyst fyri besta lið barndómsfelagsins - tað var móti FC Hoyvík í steypakappingini í fjør. Her sæst gøtumaðurin í venjingardysti á Tórsvølli; nú er meira uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-07 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevur allarflestu spælararnar til reiðar til evropeisku uppgerðina móti Linfield. 

Tó er Olaf Bárðarson ikki tøkur til hesar báðar dystirnar. Beinleiðis reyða kortið, sum vongurin fekk, í fyrra Champions League-dystinum móti Lincoln Red Imps hevði tríggjar daga-leikbann við sær. Olaf spældi ikki á Gibraltar. Hann er tøkur aftur í Evropa, um Víkingur kemur víðari til play-off; ella aftur í 2026.

[object Object]

[object Object]Olaf Bárðarson útvístur síðst í dystinum í Klaksvík - hetta fyri at spýta (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggjur maður millum stengurnar

Størsta broytingin hjá Víkingi í kvøld verður í málinum.

Portalurin hevur fingið upplýst, at Bárður á Reynatrøð ikki er tøkur. Talan er um persónligar orsøkir.

Hans Jákup Arngrímsson hevur verið eykamálverji hjá A-landsliðsmálverjanum seinastu árini. 21-ára gamli gøtumaðurin hevur bert spælt ein dyst á besta liði barndómsfelagsins: Tað var móti FC Hoyvík í steypakappingini í fjør.

Hann hevur tó, sambært FaroeSoccer, nærum 100 dystir í 1. deild, og í juni spældi Hans Jákup Arngrímsson sín fyrsta U21-landsdyst. 

Har gjørdi Víkingurin tað sum hann skuldi í føroyska sigrinum á Estlandi. Nú kemur evropeiski elddópurin hjá Hans Jákupi.

[object Object]
Hans Jákup Arngrímsson og yngri beiggin Ingi spældu báðir fyrsta U21-landsdystin, tá Føroyar vunnu 2-1 á Estlandi í Klaksvík í juni (Mynd: Agnar Prestá)

Les og hoyr meira um hetta: Brøður spældu sín fyrsta U21-landsdyst saman

Víkingur og Linfield spæla fyrra dystin í 3. umfari í Conference League í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli.

Sí eisini: Linfield hevur tak á føroyskum feløgum

Les eisini: Kann verða seinasti evropeiski heimadystur hjá Atla Gregersen

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 7. august á Tórsvølli
19.00: Víkingur - Linfield (NLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

Portalurin verður á staðnum við millum annað beinleiðis bloggi. FM1 sigur frá dystinum
Kringvarpið stroymir dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder