Fyrstu nýggju spælararnir eru kunngjørdir á Skála, eftir at uppflytingin kom í hús.
Fyrst varð Silas Gaard kunngjørdur. 21-ára gamli klaksvíkingurin varð í seinnu hálvu í 2024 leigaður úr til ÍF, har hann fekk roynt seg fast í bestu deildini.
![]()
Silas Gaard spældi nakrar minuttir inn ímillum við KÍ men varð síðani leigaður út til ÍF (Mynd: Sverri Egholm)
Í ár hevur Silas Gaard verið í í 07 Vestur. Har hevur Silas spælt rímiliga nógv í einum tungum ári hjá felagnum, men nú gongur leiðin til Skála.
Kviki vongurin er skrásettur fyri 49 dystir og 4 mál í Betri deildini og nakað meira í næstbestu deildini.
![]()
Mynd: Skála
U21-landsliðsmálverjin skal verja borg
Eins og Silas, hevur Hans Jákup Arngrímsson skrivað undir tvey-ára sáttmáa við Skála Ítróttarfelag.
Teir báðir eru javngamlir og hava spælt nógv ímóti hvørjum øðrum – umframt nakað saman í landsliðshøpi. Nú verður tað saman í stríðnum fyri at halda Skála uppi.
Hans Jákup Arngrímsson hevur seinastu árini verið eykamálverji hjá Víkingi og spælt við næstbesta liðnum. So mikið nógv at gøtumaðurin longu er komin uppum 100 dystir í 1. deild, har hann í ár hevur verið liðformaður hjá Víkingi.
![]()
Hans Jákup Arngrímsson hevur altíð umboðað Víking (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjin, sum ofta verður róptur “Dungi”, fekk møguleikan, tá Bárður á Reynatrøð ikki var tøkur til tveir dystir hjá Víkingi í summar: Conference League-sigurin móti Linfield á Tórsvølli og í 4-2 sigri á B36.
Hans Jákup Arngrímsson hevur eisini spælt allar U21-landsdystirnar í ár og sum heild staðið seg væl – serliga í Luksemborg har hann bjargaði brotssparki móti endanum í 1-0 sigri.
Skála vann 1. deild í ár og skal royna at gera tað, sum ikki eydnaðist í 2020, 2022 og 2024: At halda sær upp í Betrideildini. Felagið hevur millum annað longt við danska toppskjúttan Simon Jørgensen - so er spurningurin, um man megnar at halda fast í Martini Johansen, ið áhugi er fyri, og annars megnar styrkja seg væl.
Sí eisini: Ársins spælari á Skála heldur fram - hóast stóran áhuga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald