Í løtuni fyrireika A-landsliðsspælararnir, sum dagliga spæla í Føroyum, seg til seinastu uppgávurnar í ár. Hetta er saman við U21-landsliðsspælarum og við nøkrum venjingum.
Landsliðsspælararnir vandu mánadagin og týsdagin. Teir venja aftur í kvøld og seinasta venjing áðrenn fráferð til Danmarkar verður fríggjakvøldið.
Ferðalagið við A-landsliðnum fer avstað mánamorgunin, venur einaferð í Danmark og týsdagin gongur leiðin víðari til Kroatia, har seinasti HM-undankappingardysturin verður spældur fríggjakvøldið 14. november.
![]()
Teir koyrdu á í regninum týskvøldið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)![]()
Ási Dam, sum skjótt fær sín fyrsta A-landsdyst, saman við Magna Mohr, kropsligum venjara í Klaksvík (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Vinna fleiri enn teir tapa
Farið verður við fantastiskum upplivingum í viðførinum frá søguligu dystunum á Tórsvølli í oktober. Montenegro varð sent heim við 4-0 tapi (søguliga stórur føroyskur undankappingarsigur), og síðani vunnu Føroyar fyri fyrstu ferð á Kekkia - og venjarin hjá Kekkia varð sendur heim vegna tapið
Hjá Føroyum bendir so at siga alt hinvegin á, at høvuðsvenjarin og toymi hansara fara at fáa nýggjar sáttmálar. Eyðun, Atli Gregersen og hinir tóku við fyri einum ári síðani, og Eyðun Klakstein og FSF hava avtalu fyri 2026 (Nations League) eisini. Við gongdini og huglagnum kring landsliðið hevði tað verið løgið, um ein nýggj avtala ikki var á breddanum. Sambært øðrum miðlum hevur tað eisini verið hugt uppá støðuna.
![]()
Eyðun Klakstein hevur við hepnari hond tikið yvir sum A-landsliðsvenjari (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Føroyingar høvdu nógv at fegnast um á Tórsvølli í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
Hagtølini seinasta árið tala eisini sína týðiligu gongd:
- Føroyar hava vunnið fleiri kappingardystir, enn man hevur tapt undir Eyðuni Klakstein (5-4) - eitt yvirlit sæst niðanfyri
- Manslandsliðið hevur metnógv stig fyri eina undankapping (12 fyri 7 dystir) *
- Føroyar hava bert latið 7 mál inn í 9 kappingardystum undir verandi toymi (undir eitt mál pr. dyst) og hava ongantíð tapt við fleiri enn einum máli
- Liðið hjá Eyðuni Klakstein hevur positivan málmun (+4), sum er óhoyrt í undankapping *
- Føroyar hava fyri fyrstu ferð nakrantíð møguleikan at spæla seg til endaspæl/play-off pláss undan seinasta leikdegi í einari undankapping.
- Eru fluttar ellivu pláss upp á FIFA-styrkislistanum seinasta árið og tóku størsta framlopi í seinasta landsliðsvindeygað við níggju plássum.
* Eisini komið fyri í Nations League Deild D (2020)
Sí eisini: Føroyar fara eftir HM-møguleikanum í Kroatia
Kappingardystir við Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjara
November 2024 - sum fyribils toymi:
Nations League
Armenia - Føroyar 0-1
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0
2025
HM-undankapping
Kekkia - Føroyar 2-1
Montenegro - Føroyar 1-0
(Venjingardystur her: Georgia - Føroyar 1-0)
Føroyar - Gibraltar 2-1
Føroyar - Kroatia 0-1
Gibraltar - Føroyar 0-1
Føroyar - Montenegro 4-0
Føroyar - Kekkia 2-1
-----------------------------------------------------------
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 16 stig (6 dystir)
------------------------------
2. Kekkia 13 stig (7 dystir)
---------------------------------
3 Føroyar 12 stig (7 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (6 dystir)
1'arin kemur beinleiðis víðari til HM-endaspælið næsta ár. Tvey'arin skal spæla play-off.
Føroyar skulu hava stig og samstundis fáa hjálp frá Gibraltar, sum spælir í Kekkia á síðsta leikdegi. Føroyar hava eisini venjingardyst á skránni 18. november - móti Kasakstan í Kroatia
Føroyski hópurin til dystirnar í november:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur *
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB (NSÍ)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Ási Dam, HB **
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ **
Noah Mneney, HB *
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ
* Komu inn í hópin sum avloysarar fyri skaddar menn - ávikavist Samuel Chukwudi og Hall Hansson - seinast
** Nýggir í hópinum
14. november: Kroatia - Føroyar (HM-undankapping)
18. november: Kasakstan - Føroyar (Venjingardystur - spældur í Kroatia)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald