Fótbóltur

HB fór avstað við 2. plássinum

Liðið hjá André Olsen endaði við sigri í Sarpugerði - tí 20. landskappingardystinum á rað uttan tap - og tað kann geva fíggjarligar fyrimunur næsta ár. NSÍ endaði á 3. plássi.

Emil Grønn Pedersen skoraði sítt landskappingarmál nummar 20 í dag. Áleyparin hevur verð glóðheitur seinastu mánaðirnar - spurningurin er so, um HB aftur byrjar í 2. umfari í Conference League næsta ár. Og um norski áleyparin spælir við HB aftur í 2026 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Emil Grønn Pedersen skoraði sítt landskappingarmál nummar 20 í dag. Áleyparin hevur verð glóðheitur seinastu mánaðirnar - spurningurin er so, um HB aftur byrjar í 2. umfari í Conference League næsta ár. Og um norski áleyparin spælir við HB aftur í 2026 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-25 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3-0 sigurin hjá HB á NSÍ sunnudagin setti sigursvanda havnarfelagið í góða støðu til 2. plássið. Eftir úrslitinum í dag at døma, hevði HB eisini staðið seg við javnleiki.

Liðið hjá André Olsen var seinnapartin í Sarpugerði og vann 2-0. Emil Grønn Pedersen sló aftur til fyri HB og  skoraði um miðjan fyrra hálvleik, og Ási Dam økti í 72. minutti.

Í 1. hálvleiki sá Víkingur út til at royna okkurt upp til steypafinaluna móti KÍ fríggjadagin. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur tó tryggjað evropeiska plássið, og í steðginum vórðu fýra skiftingar gjørdar.

Sí meira um dystin her

Í 63. minutti varð Atli Gregersen klappaður út og fagnaður í sínum seinasta heimadysti sum spælari - og í seinasta landskappingardystinum hjá 43-ára gomlu legenduni.

Les meira: Ein av teimum stóru takkar fyri seg í Sarpugerði

Enn eitt heilstoypt HB-avrik. Liðð vann allar dystirnar á Víkingi og hevur ikki tapt í temum 20 landskappingardystunum undir André Olsen.

Harvið skal HB eftir øllum at døma byrja í 2. umfari í Conference League og fáa fleri evropeiskar inntøkur (umleið 1,4 millión eyka tryggjað) triðja árið á rað, um so er at Víkingur tapir steypafinaluna.

[object Object]
André Olsen og toymi komu inn og vendu tingunum í mai (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ tapti fyri triðju ferð í ár móti KÍ. Tað endaði 2-4 við Løkin, har heimaliðið var uttan Brand Hendriksson, Klæmint Andrasson Olsen og jasper van der Heyden. Hetta var senasti dystur hjá Jens Wedeborg sum venjara. Sviin leiddi annað árð á rað NSÍ til evropeiskt pláss og hesaferð nærum met nógv stig hjá NSÍ

Sí eisini: 07 Vestur bjargaði sær plássinum í ársins senasta hálvleiki


Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Í dag, leygardagin 25. oktober

NSÍ – KÍ 4-2 (1-3)
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
07 Vestur – EB/Streymur 3-3 (1-2) 
B36 – FC Suðuroy 2-0 (1-0) 
TB – B68 1-1 (0-0)

Endaliga støðan í Betrideildin:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder