Síðani kappingarlok hevur mest verið tosað um spælarar, sum eru farnir úr HB - serliga fyrrverandi liðformannin Viljorm Davidsen - og teir profilar sum mest sannlíkt skifta úr felagnum: Emil Grønn Pedersen, Lassana Faye og Sammy Skytte.
Liðið hjá André Olsen hevur tó eisini lagt afturat hópinum. Hetta serliga við Amidou Diop. Verjukendi spælarin úr Senegal spældi í 2025 við TB og hevur nógvar royndir úr Eliteseriuni.
Norskur miðverji lagdur afturat í Gundadali
Per-Magnus Steiring hevur eisini spælt í fremstu norsku deildini - 25 ferðir. 28-ára gamli miðverjin hevur tó í stóran mun spælt í næstbestu deildini í heimlandinum. Steiring er skrásettur fyri 148 dystir í OBOS-deildini.
29 teirra spældi hann í 2025, tá hann var fastur maður hjá uppflytaranum Skeid. Liðið flutti niður aftur, og nú flytir verjuspælarin til føroyskan fótbólt og HB. Hetta hevur Havnar Bóltfelag kunngjørt á sínari Facebook-síðu í kvøld.
Helst verður nýggi maðurin eitt slag av avloysara hjá Viljormi Davidsen, sum í ár verður at síggja í NSÍ aftur. Per-Magnus Steiring var liðformaður hjá Skeid í Noreg í 2024 og í 2025.
Ári og Bartal eisini í 2026
Tveir, sum higartil bert hava umboðað HB í Føroyum, halda fram. Í nýggja árinum hevur Havnar Bóltfelag kunngjørt, at bæði Bartal Wardum og Ári Mohr Jónsson eisini spæla við barndómsfelagnum í 2026.
Talan er um spælarar, ið kunnu gerast týðandi fyri HB aftur í ár. Bartal Wardum verður helst fitt at síggja sum samstarvsfelagi hjá Per-Magnus Steiring í HB-miðverjuni. 28-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt yvir 300 dystir við besta liðnum hjá HB, og tá hann er í fullum giri er Bartal Wardum oftast millum bestu miðverjar í deildini.
![]()
Í dag, sunnudagin 4. januar, kunngjørdi HB, at Bartal Wardum nú fer undir sítt 12. ár á besta liði barndómfelagsins (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Ári Mohr Jónsson kom í 2022 aftur til barndómsfelagið. Samanlagt hevur hann spælt 115 dystir í fremstu føroysku deildini - í 2024 varð Ári avgerandi í steypafinalusigrinum á B36 (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Skaðar hava órógvað í løtum, og tað hava teir eisini gjørt hjá Ára Mohr Jónsson. Ætlanin er tó, at 31-ára gamli vinstri bakkurin/vongurin verður fastur og umráðandi spælari í 2026. Ári hevur spælt í Danmark og í Noreg og annars við HB. Skjóti maðurin hevur 19 A-landsdystir í sínum lívsrensli.
Undir André Olsen endaði HB á 2. plássi í 2025 eftir flotta gongd frá mai og til kappingarlok. Liðið skal harvið byrja í 2. umfari í Conference League aftur í summar og er ætlanin at bjóða KÍ av í Meistaradeildini.
Tøl: Transfermarket, FareoSoccer og FSF
Dagført: 22.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald