Í góðveðrinum fyrrapartin savnaðist HB-hópurin til venjing á Tórsvølli, áðrenn spælarar og leiðarar fingu ein betri bita í HB-húsinum.
![]()
HB'arar til venjing. Teir hava ikki spælt dyst í 15 dagar (Mynd: Havnar Bóltfelag/Rói Sørensen)
Síðani gekk leiður vestur á flogvøllin, og HB-hópurin fleyg við Atlantic Airways til Edinburgh. Talan er harvið ikki um ein av longu og óhøgligu evropeisku túrunum, og HB-hópurin kemur uppá pláss í góðari tíð.
![]()
Umborð (Mynd: Havnar Bóltfelag/Rói Sørensen)
Hiðani er ikki so langt til Motherwell, har HB hósdagin spælir fyrsta dystin hjá liðnum í evropesku kappingunum í 2026. Talan er um 2. umfar í Conference League.
HB kemur inn í kappingina her vegna 2. plássið í landskappingini í fjør, og av tí at KÍ vann greipuna.
Motherwell endaði á 4. plássið í Skotlandi síðsta kappingarár. Talan er um sterka mótstøða, sum liðið - undir leiðlsu av Lukasz Cieslewicz - næstu dagarnar skal fyrireika seg víðari uppá.
Lukasz Cieslewicz: - Eg taki mær av liðnum so leingi leiðslan ynskir tað
HB er uttan onkrar av spælarunum, sum vanliga er í hópinum, men skal royna at fáa gott útgnagsstøði til heimadystin. Samanlagdi vinnarin skal mest sannlíkt til Finnlands.
Sí eisini: Diop og Moses sleppa ikki til Skotlands vegna vantandi innfararloyvi
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB
Seinni dysturin verður spældur á Tórsvølli 30. juli.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald