Fyrsti dysturin í tí, sum eitur 6. umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum, var oddadystur í Gundadali.
KÍ og HB høvdu undan dystinum fult stigatal.
Heimaliðið og Brá Zakariasardóttir løgdu bragdliga fyri: Eftir tveir minuttir og gott langskot var 1-0.
Hendan støðan helt sær til steðgin. Men síðani fekk KÍ tamarhald á, og eftir mál frá Eyðvør Klakstein og Tóru Mohr var 1-2.
Harvið lá tað til ein týðandi sigur til føroyameistararnir í Gundadali. Men í 95. minutti kom frísparksinnlegg innfyri, skot hjá Saru Samson Shaki varð blokerað, og bólturin endaði hjá fríu Rúnu Jacobsen. HB-liðskiparin prikaði bóltin í netið, og harvið endaði tað við javnleiki.
![]()
Hetta var fimti dysturin hjá liðnum. Vegna ólíka tal av liðnum í deildini er tað fimm dystur eftir seks umfør.
KÍ og HB hava 13 stig hvør - KÍ hevur betri málúrttøku. Hetta eru tey bæði liðini, sum tey flestu vænta fara at kappast um FM: Føroyameistararnir og steypavinnararnir í fjør. Og tað er nógv, ið bendir á tað eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald