
Í dag gjørdist greitt, hvørjum Víkingur skal møta í 3. umfari í Conference League. Víkingur er "automatiskt" víðari til hetta umfari úr Champions League og eftir lutakast.
Sí eisini: Víkingur skal til Litava ella til Norðurírland
KÍ og HB fingu í dag at vita, hvørjum tey kunnu møta í 3. umfari. Tey skulu hesa vikuna og næstu vikuna royna at vinna seg víðari úr 2. umfari.
Talan er um truplar uppgávur - á pappírinum serliga hjá HB. Havarfelagið skal stríðast við danska stórfelagið Brøndby, meðan KÍ spæla móti serbiska Radnicki 1923 (nummar fimm síðsta kappingarár)
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
19.00: Radnicki 1923 - KÍ
19.45: HB - Brøndby
Atgongumerki kunnu keypast her
HB byrjar á heimavølli, og stórur áhugi er fyri dystinum - bæði millum føroyingar og hjá Brøndby-áskoðarunum. HB er beinleiðis í 2. umfari sum steypavinnari.
KÍ kom víðari móti finska SJK við tveimum sigrum í 1. umfari. Liðið hjá Magnusi Powell skal spæla í nakað yvir 30 higastigum hóskvøldið. KÍ-hópurin er í kvøld farin av landinum.
Arvafíggindarnir fara báðir eftir góða útgangsstøðinum.
Meira um dystirnar á Portalinum seinni í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald