
NSÍ hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum seinastu tvey árini.
Í ár feldi HB núverandi greipuvinnarnar í fjórðingsfinalunum, og eftir eina frálíka fyrru hálvfinalu (3-0 sigur í Sapugerði) bilti tað einki fyri HB, at Víkingur vann 1-0 í Gundadali í dag.
Hanna Isaksen Højgaard skoraði í 34. minutti, og HB-liðskiparin Sunniva Willemoes fekk beinleiðis reytt kort eftir ein tíma. Tað varð nakað heitt í Gundadali tá, men HB helt fast og skal spæla steypafinalu 27. september.
KÍ vann 7-0, tá Skála vitjaði í dag og lat harvið ongan iva um, at tær í bláum skulu í steypafinaluna.
Fyrra hálvfinalan endaði 3-1 til stórfavorittarnar, og harvið vann KÍ 10-1 samanlagt.
Harvið skulu KÍ og HB spæla steypafinalu um 13 dagar, leygardagin 27. september. Liðini hittust eisini í finaluni í 2022. Tá vann KÍ 2-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald