Fótbóltur

HB og NSÍ hava nógv at venda í kvøld

Bæði eru aftanfyri 2-0 undan seinnu dystunum í 2. umfari. HB hevur heimavøll klokkan 18, og NSÍ spælir í nógva hitanum í Slovenia klokkan 19.45. FM1 sigur frá á Tórsvølli og til at fylgja við gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum.

Meinhard Egilsson Olsen og hinir fara eftir at skelka slovenar (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen og hinir fara eftir at skelka slovenar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-30 10:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skulu HB og NSÍ leingja evropeiska ári hjá feløgunum, so er neyðugt at vinna við minst tveimum málum í kvøld fyri at hava møguleikan.

Motherwell og Koper eru stórfavorittar at fara víðari í stríðnum við føroysku feløgini. Hetta eftir sigrar í ávikavist Skotlandi og í Klaksvík fyri viku síðani.

Sí eisini: 0-2 og 2-0: Tungt føroyskt kvøld í Conference League

NSÍ er á útivølli, í umleið 30 hitastigum, slavnari luft og uttan leikbannaða Emil Weihe Joensen. Oddaliðið í Meistaradeildini vísti seg væl fram størsta partin av heimadystinum, eisini í undirtali, áðrenn Koper sló til tvær ferðir. Nú skal NSÍ veruliga vísa styrki í Slovenia fyri at hava góðan møguleika at koma víðari aftur.

Petur Knudsen: Føroysku dómararnir eru nógv betri enn teir vit hava havt í Føroyum

HB hevur betri fyritreytir, av tí at dysturin verður spældur í Føroyum. Fær HB fyrsta málið á Tórsvølli er alt opið - hetta er eisini tankin í og kring HB, umframt í Skotlandi. Liðið hjá Lukaszi Cieslewicz hevur tó nakað at prógv.

Sí eisini: Als einki er avgjørt eftir 2-0 í Skotlandi

Teitur Gestsson: Skora vit fyrsta málið so verður eldur í

Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli á Tórsvølli 
18.00: HB - Motherwell (0-2) - FM1

Í kvøld, í Koper
19.45: FC Koper - NSÍ (2-0)

Útivallarmál eru ikki galdandi

FM1 sigur frá á Tórsvølli, har Rúni á Reynatrøð og Bill McLeod Jacobsen vera til reiðar við mikrofonirnar beint fyri klokkan 18. Til at fylgja við gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder