Fótbóltur

HB slapp við skrekkinum í síðstu løtu móti FC Suðuroy

Gestirnir vóru nær við at fara avstað úr Gundadali við einum virðismiklum stigi, men so avgjørdi innskifti Heðin Hansen dystin. HB er aftur tvey stig aftanfyri NSÍ.

Heðin Hansen gjørdi bart og skoraði til 2-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heðin Hansen gjørdi bart og skoraði til 2-1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-20 19:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FC Suðuroy loypti hvøkk á í Gundadali í øðrum dystinum í 23. umfari. Longu eftir tveir minuttir sló Fríði Holm til, tá áleyparin varð sendur væl avstað afturum HB-verjuna. Komin inn í brotsteigin var áleyparin ísakaldur, og so stó 0-1.

Liðið undir strikuni var síðani á kós móti stigum í 84 minuttir. Heiti HB-áleyparin Emil Grønn Pedersen javnaði við góðum stútara, tá eitt korter var spælt. Men síðani gekk striltið at fáa bóltin framvið unga Tróndi Sjúrðarson í FC Suðuroy-málinum.

Hann hevði nakrar góðar bjargingar, og annars var útiliðið vælskipað og hartarbeiðandi. Aftur vísti FC Suðuroy eitt ávíst mótstøðuføri móti einum av fremstu liðunum.

HB hevði sanniliga sínar støður og møguleikar, men teir flestu av áskoðarunum, ið hóast alt vóru í Gundadali hetta leygarkvøldið, vóru á pínubonkinum leingi. 

Trýstið hjá HB gav úrslit í 87. minutti, tá liðformaðurin Viljormur Davidsen fann  Heðin Hansen. Miðvallarin var komin á vøllin og endaði sum áleypari, og hann gjørdist avgerandi.

Liðið hjá André Olsen er nú aftur tvey stig aftanfyri NSÍ í stríðnum um 2. plássið.

Sí eisini: NSÍ vann samanlagt 17-2 á B68 í ár

Fyri FC Suðuroy glapp eitt møguliga ógvuliga virðismikið stig av hondum seint í dystinum. Í sunnaru helt í Suðuroynni verða alar kreftir nú settar inn til oyggja- og botnbrakið móti TB næsta vikuskifti. Tá skulu trý stig í hús til Pól Thorsteinsson og hansara menn.

TB og 07 Vestur, sum FC Suðuroy stríðist við í botninum, hava uppgávur í morgin. Sí yvirlit niðanfyri

Betrideildin 23. umfar: 

Í gjár, fríggjadagin 19. september
B68 - NSÍ 1-3 (1-2)
10' Jasper van der Heyden 0-1
22' Fabian Østigård Ness (Beinir Nolsøe) 0-2
43' Djóni Samuelsen (Hanus Højgaard) 1-2
88' Klæmint Andrasson Olsen (Michal Przybylski) 1-3

Í morgin, leygardagin 20. september
HB - FC Suðuroy 2-1 (1-1)
3' Fríði Holm (Olaf Godtfred) 0-1
16' Emil Grønn Pedersen (Ási Dam) 1-1
87' Heðin Hansen (Viljormur Davidsen) 2-1

Sí meira um dystin her

Sunnudagin 21. september
14.15: TB - B36

15.00: 
KÍ - EB/Streymur
Víkingur - 07 Vestur

Stigatalvan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder