HB hevur skinka í ár, og 07 Vestur vann í Klaksvík fyri viku síðani. Harvið varð lagt upp til, at tað kundi verið ein spennandi dystur í Sørvági.
Men tað gjørdist tað ikki.
Eftir 33 minuttir var 0-3, og HB fór avstað við øllum trimum stigunum.
Í øllum trimum landskappingardystunum við Lukaszi Cieslewicz sum fyribils venjara, hevur HB vunnið við trimum málum: B36 3-0, Skála 4-1 og nú 07 Vestur 4-1: Effektivt álopsspæli
Liðini fingu eitt mál hvør í seinna hálvleiki, har tað ikki var nógv lív í. HB legði lunnar undir sigurin tíðliga, og tað vóru Jákup Thomsen og Mathias Voss, sum stóðu fyri málunum í 1. hálvleiki: Jákup Thomsen setti væl bóltin í netið til 1-0 og 2-0 eftir upplegg frá Mathias Voss - serliga tað seinna málið var vælspælt. Kviki vongurin/bakkurin tók sakina í egna hond í 34. minutti á sínum gamla heimavølli.
![]()
Jákup Thomsen er komin fyri seg eftir skaða og hevur skorað trý mál seinastu tveir dystirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið er HB tvey stig frá 4. plássi og trý frá 3. plássi, nú summarsteðgur er í landskappingini - og eftir nakrar buldraligar mánaðir
Les eisini: Vìkingur basti B36 og nærkast av álvara topp-trý
Hinvegin liggur 07 Vestur aftur til niðurflyting. Tað er tó ikki meira enn eitt stig upp til Skála og 8. plássið.
16. umfar í Meistaradeildini
Sunnudagin 5. juni
07 Vestur - HB 1-4 (0-3)
7' Jákup Thomsen 0-1
32' Jákup Thomsen 0-2
34' Mathias Voss 0-3
71' Jonathan Flensborg 1-3
88' Amidou Diop
Í gjár, leygardagin 4. juni
19.30: 3. Hálvleikir (sending við samanumtøku)
B36 - Víkingur 0-2 (0-1)
41' Aron Benjaminsen 0-1
49' Jákup Johansen 0-2
Sí eisini: Vìkingur basti B36 og nærkast av álvara topp-trý
AB - EB/Streymur 1-2 (0-1)
20' Virgar Jónsson 0-1
71' Jón Steingrímsson 1-1
79' Sowe Ba Lamin 1-2
Skála - B68 1-0 (0-0)
87' Markus Isaksen 1-0
Reytt kort: 66' Aron Reinert Hansen, B68
Fríggjakvøldið 3. juni
NSÍ - KÍ 0-0
Les eisini: NSÍ fer í sumamrfrí við FM-fyrimuninum
Fótbóltsskýlið við Løkin: NSÍ - KÍ, Evropa, tøtt kapping og flytingar
Støðan í summarsteðginum:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald