Fótbóltur

HB dró Motherwell úr Skotlandi

Fyrrverandi HB-venjarin, Jens Berthel Askou tryggjaði Motherwell evropeiska luttøku, men er farin víðari, so hann verður ikki á síðulinjuni tá HM kemur á vitjan 23. juli.

Jákup Thomsen og hinir HB'ararnir skulu ein túr til Skotlands at spæla Conference League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup Thomsen og hinir HB'ararnir skulu ein túr til Skotlands at spæla Conference League (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-17 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

HB, sum vann silvur til FM-kappingina í fjør, skal í øðrum umfari av Uefa Conference League møta Motherwell FC, sum gjørdist nummar 4 í Scottish Premiership.  

Fyri løtu síðani var lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í øðrum umfari av Conference League – hesir dystir verða spældir 23. og 30. juli.

HB var styrkismett í sínum bólki, men tað forðaði ikki havnarmonnum at møta einum øðrum liði, sum eisini kom beinleiðis til annað umfar, nevniliga Motherwell úr Skotlandi, sum fær heimavøll í fyrsta dysti.

[object Object]Jens Berthel Askou í 2020-2021 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var við fyrrverandi HM-venjaranum, dananum Jens Berthel Askou á odda, at tað lukkaðist Motherwell at spæla seg til evropeiska luttøku við einum 4. plássi. Men HM skal ikki spæla móti Askou á hesum sinni, tí danin er farin víðari á síni yrkisleið, og skal venja franska liðið Toulouse FC.

Enn er ikki greitt, hvør ska vera nýggjur manager hjá Motherwell.

Motherwell og HB hava fyrr hitst í evropeiskari kapping. Tað var í 1994 í táverandi Uefa Cup. Tá vunnu skotar seg trygd víðari. Teir vunnu 3-0 í Havn og 4-1 heima í Motherwell, 7-1 tilsamans.

NSÍ til Slovenia? Víkingur til Luksemburg ella Finnlands?

Á lutakastinum í dag gjørdist eisini greitt, hvørjum hini føroysku liðini í Conference skulu møta, um so er at tey megna at spæla seg víðari.

NSÍ skal í fyrsta umfari spæla móti Hamrun Spartans av Malta. Vinna runavíkingar samanlagt dystirnar 9. og 16. juli, so er slovensk mótstøða á skránni í øðrum umfari. Vinnarin millum NSÍ og Spartans skulu spæla í móti FC Kober, sum gjørdist nummar tvey í slovensku kappingini.

Víkingur, sum spælir móti Stjarnuni úr Íslandi í fyrsta umfari, skal antin til Luksemburg ella Finnlands, um teir knógva íslendingum. Mótstøðuliðið í øðrum umfari er vinnarin av dystinum millum Differdange 03 úr Luksemburg og Ilves úr Finnlandi.

KÍ móti Vatnhamar?

Endiliga er tað sokallaða rásin av meistaraliðum. Tað er soleiðis, at liðini, sum tapa fyrsta umfar í Champions League, fáa ein nýggjan møguleika, her í øðrum umfari av Conference League.

So um KÍ verður sligið út í fyrsta umfari av Champions Leauge móti Bissen úr Luksemburg, so skulu klaksvíkingar møta taparunum frá einum øðrum dysti í fyrsta umfari av Champions League. Og lutakastið vildi tað soleiðis, at tað verður móti taparunum av uppgerðini millum Víking Reykjavík (liðið hjá Gunnari Vatnhamar) og ungarsku meistararnar, ETO Györ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder