Seinastu tíðina hava teir hjá HB kunna hugsavna seg um stóru uppgávuna móti skotska Motherwell í 2. umfari í UEFA Conference League.
Í dag er uppgávan her. HB skal royna at fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt frá dystinum á Fir Park, 131-ára gamla leikvøllinum hjá Motherwell. Frammanfyri teimum nøkrum túsund áskoðarunum skal HB eftir minst einum javnleiki, staðfestur Jákup Thomsen
Hoyr alla samrøðuna við Jákup Thomsen, sum varð gjørd árenn fráferð, her
Liðið vandi á Fir Park í gjár, og kom í góðari tíð til Skotlands. HB má vera Amidou Diop og fyrrverandi Motherwell-spælaran, Moses Ebiye, fyriuttan. Teir hava ikki fingið innfararloyvi til Stórabretland.
Sí eisini: Diop og Moses sleppa ikki til Skotlands vegna vantandi innfararloyvi
Stutt videobrot frá venjingini í gjár, við viðmerking frá venjaranum Lukaszi Cieslewicz, sæst ovast ella á Youtube-síðuni hjá HB. Rói Sørensen (RS Media) hevur gjørt
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum
Dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á solidsport.com
Sí eisini: - Vit spælarar kunnu bert hava ávirkan á vøllinum og hugsavna okkum ikki um annað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald